Heri Ziska

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Heri Ziska (føddur 12. oktober 1967) er ein føroyskur ítróttamaður, sum hevur gjørt seg galdandi innan frælsan ítrótt. Hann starvast á Jarðfeingi, hevur eitt Cand.scient.-prógv í havjarðfrøði frá Aarhus Universitet (19881994) og ein Master-scient í Management (leiðslu) frá Robert Gordon University í Aberdeen, Skotlandi (20022005).

Lívsleið innan frælsan ítrótt[rætta | rætta wikitekst]

Ziska hevur verið limur í Stráluni (1989-1991), Bragdinum (1991-2008) og Hvirluni (2008-) í Føroyum, Aarhus 1900 í Danmark og Belgrave Harriers í Skotlandi. Hann vann eitt silvurheiðursmerki á DM í klingruvarpi 1999.

Oyggjaleikir[rætta | rætta wikitekst]

Hann vann kappingina í klingruvarpi á Oyggjaleikum 1999 og 2003 og eigur tað føroyska metið í klingruvarpi, hamarkasti, vektkasti og kastifimmkampi. I 2013 luttók hann á 2013 á Bermuda, hann fekk bronsu í klingruvarpi, tá hann kastaði 39,77 metrar. Bronsuheiðursmerki var hansara 14. heiðursmerki á Oyggjaleikunum.[1]

Danmarksmeistaraskap[rætta | rætta wikitekst]

  • 1999 - Silvur í klingruvarpi 46,62

Føroysk met[rætta | rætta wikitekst]

  • Klingruvarp: 48,50 Aarhus 28. maj 1994
  • Hamarkast: 48,92 Visby, Gotland, Svøríki 27. juni 1999
  • Vektkast: 16.00
  • Kastifimmkamp: 3275 stig

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "in.fo, Heiðursmerki nr. 14 hjá Hera". http://in.fo/index.php?id=9&tx_news_pi1%5Bnews%5D=353&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=83aedcf2830ba14aaa9fcc57b90ea5f5. Heintað 2013-09-15.