Heimsatlas

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Heimsatlas (lagt til rættis: Føroya Skúlabókagrunnur) er eitt alment atlas, men tað lýkur eisini tey krøv, sum fyriskrivað eru til skúlabrúks. Í 1993 kom fyrsta og higartil einasta føroyska heimsatlas, "Heimsatlas". Í 2012 gevur Skúlabókagrunnurin nýtt føroyskt heimsatlas út. Í hesum sambandi hevur nógv verið kjakast um, hvussu nøvn á londum og høvuðsstøðum skulu verða stavað. Í heimsatlasinum, ið kom út í 1993, eru nógv lond og høvuðsstaðir stavað eftir føroyskum málreglum. Um tað eigur at verða hildið fast við hetta ella um lond og høvuðsstaðir skulu verða stavað, soleiðis sum tey verða stavað í uppruna landinum, er stór ósemja um.

Føroyar eru ein týðandi táttur í atlasinum. Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar. Um Evropa verður farið til hinar heimspartarnar og heilt út í sólskipan okkara. Aftast eru navnaskráir, onnur fyri Føroyar og hin fyri umheimin, og síðan er yvirlit yvir heimsins fløgg. Landanøvn eru føroyskað, men bara heilt fá býarnøvn. Týtt hevur Svenning Tausen.