Heðin Kambsdal

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Heðin Kambsdal (14. mars 1951) er virkin listamaður og útbúgving organistur og lærari. Hann er fuglfirðingur, býr í Fuglafirði, og er best kendur fyri sína málningalist, har ljósið við sínum nógvu síðum er í fokus.

Sum listamaður hevur hann havt framsýningar kring alt landið, men hevur eisini havt sýningar uttanlands. Í Danmark er hann umboðaður av Gallarí Sct. Gertrud í Keypmannahavn[1], sum mong onnur føroysk myndlistafólk eisini eru.

Undir lestrartíðini plagdi Heðin at spæla orgul í kirkjunum, sum lóðu tætt at Nr. Nissum í Vesturjyllandi, í økinum har hann las til lærara. Eisini var hann avloysari sum organistur í Fuglafjarðar Kirkju í mong ár, áðrenn hann bleiv settur við føstum starvi í kirkjuni í 1997[2].

Hjá Heðini fyllir tónleikurin nógv, tí umframt orgulspælið, hevur hann eisini fleiri ferðir verið kórleiðari[2], umframt at hann eisini er tilknýttur musikskúlaskipanini[3].

Myndprýddar útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 1983 - Søgur, Hans Andrias Djurhuus. Bókadeild Føroya Lærarafelag
  • 1981 - Mortensen, Elin. Jólaferðin hjá Anniku. Mín jólabók. Bókadeild Føroya Lærarafelag
  • 1989 - Kirk, Hans. Barnadópurin í Mín jólabók. Týðing: 4. fl.á Føroya Læraraskúla. Bókadeild Føroya Lærarafelag
  • 1989 - Mortensen, Elin. Janus og Sivar í Mín jólabók. Bókadeild Føroya Lærarafelag
  • 1989 - Campbell, Effie. Guð flutti fjallið í Mín jólabók. Bókadeild Føroya Lærarafelag
  • 1989 - Troldrelund-Hansen, Ingrid. Myrkaræddur, Mín jólabók. Týðing: Erling Poulsen. Bókadeild Føroya Lærarafelag
  • 2007 - Mótljós - into the light. Heðin Kambsdal. Egið forlag.

Tónleikaútgávur sum organistur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2016 - Andanna Andi, Stíg Nú Frá Tí Høga. Syng mín sál. Kringvarp Føroya
  • 2016 - Dagur Aftnar, Ver Okkum Hjá. Syng mín sál. Kringvarp Føroya
  • 2016 - Dagur Seinkar, Setur Sól. Syng mín sál. Kringvarp Føroya
  • 2016 - Haldi Fram Í Fylking, Syng mín sál. Kringvarp Føroya
  • 2016 - Harra guð títt dýra navn og æra. Syng mín sál. Kringvarp Føroya

Keldulisti[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Heðin Kambsdal". Galleri Sct. Gertrud. https://gallerisctgertrud.dk/kunstner-profiler/hedin-kambsdal/. Heintað 25-11-2020. 
  2. 2.0 2.1 Ejdesgaard, Jústinus. "Heðin Kambsdal". Fólkakirkjan. https://www.folkakirkjan.fo/folkakirkjan/um-folkakirkjuna/kirkjutaenarar/hedin-kambsdal/. Heintað 25-11-2020. 
  3. "Starvsfólk". Musikskúlin. https://www.musikkskulin.fo/Default.aspx?pageid=7322. Heintað 25-11-2020.