H.N. Jacobsens Bókahandil
Appearance
|
Á myndini síggja vit vakra umhvørvið frammanfyri H.N. Jacobsens Bókahandil. | |
Slag | Partafelag [tørvar keldu] |
|---|---|
| Ídnaður | Bókahandil |
| Stovnað | 29 Juli 1865[tørvar keldu] |
| Stovnari | Hans Nicolai Jacobsen |
| Høvuðsskrivstova | Havn, Føroyar |
Tænastuøki | Føroyar |
| Heimasíða | https://bokhandil.fo/ |
H.N. Jacobsen Bókhandil er gamal bygningur mitt í Havn og elsti bókahandil í Føroyum. Handilin hevur navn eftir Hans Nicolai Jacobsen, sum varð borin í heim 4. mai í 1832. H.N. Jacobsens Bókahandil byrjaði í Gongini í Tórshavn. Gamli realskúlin helt til, har H.N. Jacobsens Bókahandil er í dag.
Kunningarstovan í Havn hevur seinastu árini hildið til í eystara enda av bygninginum,[1] meðan bókahandilin húsast í miðjuni og í vestara enda av húsinum. Uttanfyri standa gomlu trøini frá 1870-árunum, ið eyðmerkja hendan týðandi stovnin fyri føroyskar bókmentir, prentsmiðju- og forlagsvirksemi.