Gunnar Dahl-Olsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Gunnar Dahl Olsen)

Gunnar Dahl-Olsen er ein føroyskur ítróttamaður, sum serliga hevur staðið seg væl innan súkkling. Hann hevur verið virkin súkklari í fleiri ár og hevur vunnið nógv heiðursmerki. Í føroysku kappingini Kring Føroyar hevur hann fýra ferðir fingið silvur og seks ferðir bronsu. Í september 2013 vann hann FM í landavegskoyring (eitt slag av súkkling).[1]

Kring Føroyar[rætta | rætta wikitekst]

  • 1997 - bronsu
  • 1998 - silvur
  • 2000 - bronsu
  • 2001 - bronsu
  • 2003 - bronsu
  • 2004 - silvur
  • 2005 - silvur
  • 2006 - silvur
  • 2011 - bronsu
  • 2012 - bronsu

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Jn.fo, Gunnar fyrstur um málstrikuna og FM-vinnari