Rassemblement National

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Front National)
Jump to navigation Jump to search

Front National er ein høgra-víðgongdur flokkur í Fraklandi. Front National, sum er innflytarafíggindaligt og kritiskt mótvegis ES, hevur sambært Reuters millum annað økt sín stuðul vegna flóttafólkakreppuna, sum hevur plágað alt Evropa seinastu tíðina. Marine Le Pen er forkvinna fyri Front National. Faðir hennara, Jean-Marie le Pen stovnaði flokkin Front National í 1972. Marine Le Pen visti, at hon ongan kjans hevði at vinna, um hon og flokkur hennara vórðu skýrd víðgongd. Og m.a. tí valdi hon at koyra gamla pápa sín úr flokkinum í 2015, eftir at hann enn einaferð var komin við ógvuliga kontroversiellum útsøgnum.

Hóast eina vaksandi undirtøku seinastu árini, hevur Front National bara eitt umboð í tjóðartinginum sum er í 2017. Í 2017 fekk Front National 33.9 % prosent av atkvøðunum á forsetavalinum. Front National hevur einaferð fyrr vunnið seg víðari til annað umfar í forsetavalinum. Hetta var í 2002 og var tað pápi Marine Le Pen – Jean-Marie Le Pen – sum dystaðist móti Jacques Chirac tá. Í fyrra umfarinum gekk tað heilt væl hjá Jean-Marie. Hann bleiv nr. 2 við 16,9 % av atkvøðunum, meðan Jacques Chirac bleiv nr. 1 við 19,9 % av atkvøðunum.