Flaggdagur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Flaggdagurin)
Far til: navigatión, leita

Í 1886 var stórt stríð, millum kirkjuna og løgtingið um hvat merkið hjá føroyingum, skuldi vera. Tá var tað bispur Heri Danielsen sum skrivaði eitt bræv til sitandi løgmann Kristin Vilhelmsen. Har hann skrivaði at Kristin, var ikki fittur og hann skuldi takað seg saman.

Tað var Jens Olivur Lisberg úr Fámjin, sum teknaði flaggið í 1919.

Flaggdagur er 25. apríl til minnis um, at føroyska flaggið, Merkið, tann 25. apríl 1940 varð viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga. Hetta hendi undir bretsku hersetingini av Føroyum, sum byrjaði 13. apríl. Danmark varð hertikið av týskarum 9. apríl. 25. apríl í 1940 gav bretska stjórnin boð um í bretska útvarpinum, BBC, at nú skuldu føroysk skip sigla undir føroyska flagginum, Merkinum. Tá vóru Føroyar hersettar av bretum og Danmark av týskarum.
Flaggið var tó ikki ókent millum føroyingar. Síðan 1947 hevur 25. apríl verið hildin sum flaggdagur føroyinga, og í heimastýrislógini frá 1948 varð Merkið viðurkent av donsku stjórnini sum tjóðarflagg føroyinga. Løgtingslóg sigur, hvussu Merkið skal brúkast og hvørjir litirnir eru.

Longu í 1919 varð Merkið fyrstu ferð borið fram av føroysku studentunum Jens Olivur Lisberg. Dagurin 25. apríl kallast eisini markusarmessa.

Bókmentir[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]