Búskapur Føroya

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Føroyskur búskapur)
Fiskur og fiskaúrdráttir eru 97% av útflutningsvirðinum hjá føroyingum.[1] Sambært hagtølum er ferðavinnan næststørsta vinnan.

Føroyski búskapurin er lítil opin búskapur við stórum samhandli við útheimin. Heimamarknaðurin er lítil og samhandilin við útheimin er sera asymmetriskur. Føroyingar flyta inn næstan allar nýtsluvørur og størsti parturin av útflutninginum er fiskur og fiskaúrdráttir.

Tilfeingisvinna er landbúnaður, fiskiskapur, ali- og kryvjivirki og ráevnisvinna. Vinnur innan vøruframleiðslu eru fiskavøruídnaður, skipasmiðjur, aðrar smiðjur, ídnaður annars, byggivinna og orkuveiting. Privatar tænastuvinnur eru handil og umvæling, gistingarhús og matstovur, sjóflutningur og flutningur annars, postur og fjarskifti, fígging og trygging, vinnuligar tænastur, húshaldstænastur, felag­skapir og mentan og ótilskilað vinna. Almennar tænastur er almenn fyrisiting, allar almennar tænastur og alt annað virksemi, sum tað almenna fíggjar við sínum lønarúteiðslum.

Almennar og privatar tænastur eru vorðnar ein størri partur av føroyska búskapin­um seinastu árini. Í 2001 vóru tær 58,9% og í 2005 vóru tær 65,9% av samlaðu lønargjaldingunum. Sama tíðarskeið eru lønargjaldingarnar í tilfeingis­vinnunum minkaðar nógv. Í 2001 vóru tær 21,9% og í 2005 vóru tær 15,1% av samlaðu lønargjaldingunum. Í vøruframleiðsluvinnunum hevur gongdin verið støðug fram til 2004, tá ið lønargjaldingarnar byrja at minka. Í 2001 vóru lønargjaldingarnar í vøruframleiðsluvinnunum 19,2% og í 2004 vóru tær 19,7%, men í 2005 minka tær niður í 18,9% av samlaðu lønargjaldingunum. Tænastuvinnurnar verða tí ein lutfalsliga størri partur av føroyska búskapinum, meðan tilfeingis- og framleiðsluvinnurnar minka.[2]

Ein lítil búskapur sum hin føroyski, har inn- og útflutningur fevna um stóran part av búskapinum, ávirkast nógv av gongdini í umheiminum og serliga í teimum londum, sum vit býta um vørur og tænastur við. Tað er serliga gjøgnum prísin á inn- og útflutningsvørum, at føroyski búskapurin ávirkast av gongdini í umheiminum, men eisini húsarhaldini og teirra nýtslu- og sparihugur ávirkast av gongdini í umheiminum.

  1. http://skulatrod.fo/download_file.php?u=ddb067b2670fe8bad57ff9a02dc47aa56934ad7a.pdf
  2. https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/3886/frágreiðing-2007.pdf