Jump to content

Føroyskir fótbóltsmeistarar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Føroyska landskappingin í fótbólti er løgd um nakrar ferðir frá stovnan í 1942. Ein tann týdningarmesta broytingin var í 1976, tá ið beinleiðis upp og niðurflyting millum deildirnar varð innførd. Talið av feløgum, ið hava barst um FM-heitið hevur verið ymiskt. Okkurt árið av teimum fyrstu árunum vóru einans 4 feløg í kappingini. Hetta talið er tó justerað nakrar ferðir, og í 1988 fingu vit 10 feløg í fyrstu deild. Við at spæla úti og heima ímóti hvør øðrum, hava feløgini síðan 1988 spælt 18 dystir um árið. Fram til og við 1995 fekk vinnandi felag 2 stig fyri sigur, men frá 1996 vórðu 3 stig latin.

Í 2005 er kappingin enn einaferð umskipað. Tað eru framhaldandi 10 feløg í 1.deild, men nú er dystartalið hækkað til 27 dystir.

Gull- og silvurvinnarar
Ár Gull Silvur
1942 KÍ TB
1943 TB MB
1944* - -
1945 KÍ SÍ
1946 B36 VB
1947 SÍ B36/KÍ/HB
1948 B36 HB
1949 TB HB
1950 B36 TB
1951 TB KÍ
1952 KÍ TB
1953 KÍ HB
1954 KÍ HB
1955 HB TB
1956 KÍ TB
1957 KÍ VB
1958 KÍ HB
1959 B36 ? (KÍ/HB)
1960 HB B36
1961 KÍ B36
1962 B36 KÍ
1963 HB KÍ
1964 HB B36
1965 HB B36
1966 KÍ B36
1967 KÍ HB
1968 KÍ HB
1969 KÍ HB
1970 KÍ HB
1971 HB KÍ
1972 KÍ HB
1973 HB KÍ
1974 HB KÍ
1975 HB KÍ
1976 TB HB
1977 TB HB
1978 HB TB
1979 ÍF TB
1980 TB HB
1981 HB TB
1982 HB TB
1983 GÍ HB
1984 B68 TB
1985 B68 HB
1986 GÍ HB
1987 TB HB
1988 HB B68
1989 B71 HB
1990 HB B36
1991 KÍ B36
1992 B68 GÍ
1993 GÍ HB
1994 GÍ HB
1995 GÍ HB
1996 GÍ KÍ
1997 B36 HB
1998 HB KÍ
1999 KÍ GÍ
2000 VB HB
2001 B36 GÍ
2002 HB NSÍ
2003 HB B36
2004 HB B36
2005 B36 Skála
  • Í 1944 var eingin kapping vegna bóltatrot!

Keldur