Jump to content

Eftirnøvn í Føroyum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Føroysk eftirnøvn)

Eftirnøvn í Føroyum eru í flestum førum á donskum máli. Tað er í nýggjari tíð, at summir føroyingar hava fingið sær føroysk eftirnøvn, summi hava keypt sær eftirnøvn, sum kunnu vera staðarnøvn, onnur hava tikið eftirnavn eftir fornavninum á pápanum ella mammuni og so -son ella -dóttir afturat, meðan onnur hava føroyska danska -sen eftirnavn teirra, men hesi eftirnøvn síggjast ikki aftur á listanum yvir 52 tey vanligastu eftirnøvnini í Føroyum.

Føroysk nøvn vórðu skrivað á donskum í kirkjubókunum. Kortini hava tey ikki verið brúkt nógv millum manna. Til dømis varð Kvívíks-Jógvan skrivaður sum Joen Danielsen, men millum manna varð róptur Kvívíks-Jógvan. Somuleiðis var Jóan Petur uppi í Trøð skrivaður sum Joen Peter Gregoriussen. Konufólkið var leingi givið rætt eftirnavn eftir kyni, tað er -dóttir (-datter í kirkjubókunum) í staðin fyri -son (-sen), men seinni gjørdust efitrnøvnini arvalig og tí fingu tey -sen eftirnøvn eins og tey eru í dag. Tá ið danir spakuliga broyttu eftirnavnasið við m.a. ávirkan úr Týsklandi, gjørdust hesi nøvn arvalig og vórðu skrivað sum -sen, og føroyingar fylgdu við, tí kirkjan og prestar var danskir. Ofta vóru fleiri ymisk føroysk nøvn skrivað eins á donskum. Til dømis Jóansdóttir/Jóansson og Jógvansdóttir/Jógvansson vórðu til Joensen, meðan Andras og Dia (góðvaranavn fyri Andrias) vórðu til Andreasen ella Andersen til dømis.

Onnur vanlig føroysk eftirnøvn eru í -stovu, onnur bústaðarnøvn og staðarnøvn. Ofta eru staðarnøvnini á donskum, men eru sum oftast donsk heiti fyri føroysk støð. Til dømis er Arge danska navnið fyri Argir. Millum annað var Nólsoyar Páll skrivaður sum Poul Poulsen Nolsøe. Nólsoyar Páll æt Poulsen, tí hann var sonur Páls faðirs síns við sama navnið. Á føroyskum hevði hann itið Pálsson og hann hevði ikki kunnað givið eftirnavnið víðari, tí faðirs- og móðursnøvn ikki kunnu arvast eins og -sen og onnur eftirnøvn. -sen nøvnini í Noregi og Danmark og -son nøvnini í Svøríki stava annars frá sama eftirnavnasiði, sum var varðveittur í Íslandi og tikin uppaftur í Føroyum.

Tey vanligastu eftirnøvnini í Føroyum

[rætta | rætta wikitekst]

Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir 52 av teimum vanligastu eftirnøvnunum í Føroyum árið 2019.[1] Sum sæst eru 33 av teimum 52 eftirnøvn ið enda við -sen, ið er ein gamal danskur formur fyri son ella sonur. Eftirnavnið Djurhuus sum er 10. mest vanliga eftirnavnið í Føroyum kemur úr Knæverhede í Sæby í Norðurjyllandi í Danmark. Øll ið eita Djurhuus til eftirnavn eru eftirkomarar av einum donskum presti og konu hansara, Christen Jensen Djurhuus (1708 - 1775),[2] ið fluttu til Føroya í 18. øld. Hann var prestur á Nesi í Eysturoynni frá 3. august 1742.

# Navn Tal
1Joensen2.333
2Hansen2.203
3Jacobsen2.025
4Olsen1.681
5Petersen1.295
6Poulsen1.242
7Johannesen987
8Thomsen730
9Nielsen627
10Djurhuus550
11Rasmussen538
12Danielsen535
13Johansen534
14Simonsen525
15Jensen489
16Højgaard479
17Mortensen477
18Mikkelsen445
19Dam429
20Sørensen418
# Navn Tal
21Hammer414
22Andreasen389
23Hentze365
24Magnussen364
25Christiansen363
26Samuelsen358
27Davidsen315
28Heinesen313
29Niclasen269
30Holm268
31Vang260
32Johannessen256
33Jakobsen253
34Lamhauge251
35Berg248
36Midjord247
37Egholm230
38Justinussen222
39Nolsøe210
40Bech209
# Navn Tal
41Dahl201
42Ellingsgaard190
43Haraldsen189
44Thomassen188
45Mohr185
46Larsen182
47Müller170
48Zachariasen169
49Kjærbo163
50Isaksen162
51Weihe161
52Eliasen156

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]

Keldutilfar

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Eftirnøvn, topp 50 tal og pláss nr. - 2019[deyð leinkja], hagstova.fo
  2. Christen Jensen Djurhuus, geni.com