Eyðdis Hartmann Niclasen
| Eyðdis Hartmann Niclasen | |
|---|---|
| Borgarstjóri í Vága kommunu | |
| Í embæti 1. januar 2017 – 31. desember 2020 | |
| Undanmaður | Rósa Samuelsen |
| Eftirmaður | Bjarni Prior |
| Landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum | |
| Núverandi | |
| Tók við starvinum 13. apríl 2026 | |
| Løgtingslimur | |
| Núverandi | |
| Tók við starvinum 8. desember 2022 | |
| Persónlig kunning | |
| Fødd(ur) | Eyðdis Hartmann Niclasen 1. august 1972 Qeqertarsuaq, Grønland |
| Politiskur flokkur | Sambandsflokkurin |
Eyðdis Hartmann Niclasen (fødd 1. august 1972) er ein føroyskur politikari, løgtingslimur, landstýrisskvinna fyri Sambandsflokkin og fyrrverandi borgarstjóri í Vága kommunu. Eyðdis Hartmann Niclasen varð fødd 1. august 1972 í Qeqertarsuaq í Grønlandi. Hon er uppvaksin bæði í Føroyum og í Danmark. Eyðdis stillaði á fyrsta sinni upp til kommunuvalið í 2016. Hon varð vald og gjørdist borgarstjóri í Vága kommunu setuna frá 2017 til 2020.
Eyðdis Hartmann Niclasen stillaði fyrstu ferð upp til løgtingsval í 2019 og gjørdist tá varalimur á Løgtingi. Á løgtingsvalinum í 2022 varð hon vald fyri Sambandsflokkin. Hon eyðmerkti seg í 2025 við at taka virknan lut í kjakinum um fría fosturtøku í Føroyum, eitt mál sum skapti stórt kjak bæði innan flokkin og í almenna orðaskiftinum. Í 2026 varð hon afturvald á Løgting og síðani útnevnd landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum í landsstýrinum hjá Beini Johannesen.