Jump to content

Esperanto

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Esperanto er eitt manngjørt mál, sum L. L. Zamenhof, eygnalækni í Warszawa, í 1887 gav út í bók undir dulnevninum "d-ro Esperanto". Í bókini eru mállæra, orðalistar og tekstadømi. Zamenhof legði stóran dent á bókmentaliga týdningin, og hann týddi fleiri kend verk til esperanto, m.a. eftir H. C. Andersen og Shakespeare.

L. L. Zamenhof í 1908

Upprunaliga innihelt esperanto 900 orðarøtur, og við undanskoytum og eftirskoytum kundu fleiri enn 10.000 orð gerast burturúr hesum. Harafturat koma samansetingar. Síðani eru orðarøturnar øktar, og í dag er ikki óvanligt at gera nýggjar orðarøtur burtur úr orðum, sum eru felags kjarni í fleiri málum. Esperanto er eyðkent á tann hátt, at tað er sera reglufast, og hvør orðaflokkur hevur sína ending. Allar bendingar eru púra reglufastar og uttan undantøk. Td. ger -j fleirtal og -n hvønnfall. Herðingin er altíð á næstaftasta stavilsi. Eitt dømi:

  • vidi "at síggja" (sagnorð)
  • vido "sjón" (navnorð); vidoj (sjónir); la vido (sjónin); la vidon (sjónina)
  • vida "sjónligt, sum hevur við sjón at gera" (lýsingarorð)
  • vide "sjónliga, við sjónini" (hjáorð)

Føroysk lærubók í esperanto finst eftir Jeffrei Henriksen, lærara. Esperanto hevur framvegis undirtøku, t.d. hevur esperanto-útgávan av Wikipediu meiri enn 100.000 greinir (juni 2008).

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]

Internetið

[rætta | rætta wikitekst]
  • Henriksen, Jeffrei: Esperantobókin. Læribók. Føroya Skúlabókagrunnur 1987
  • Henriksen, Jeffrei: Esperantobókin II. Orðalisti / Vortaro. Egið forlag 2000
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið