Jump to content

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Ridder af dannebrog
Landsstýriskvinna í almannamálum
Í embæti
16. september 2019  20. desember 2021
Undanmaður Eyðgunn Samuelsen
Eftirmaður Sólvit Nolsø
Løgtingslimur
Núverandi
Tók við starvinum
29. oktober 2011
Persónlig kunning
Fødd(ur) (1963-10-26) 26. oktober 1963 (aldur 62)
Klaksvík, Faroe Islands
Politiskur flokkur Fólkaflokkurin

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (fyrr Hansen, fødd 26. oktober 1963 í Klaksvík) er ein føroyskur politikari (FF) og løgreglukvinna. Eftir student starvaðist hon hjá Postverki Føroya 1983–1985, og eftir tað tók hon útbúgving sum løgreglukvinna.

Lívsleið í politikki

[rætta | rætta wikitekst]

Hon var vald í Klaksvíkar býráð frá 2009 til 2016. Á løgtingsvalinum 2011 varð hon vald inn á Føroya Løgting við 344 atkvøðum. Hon varð afturvald á løgtingsvalinum í 2015 við 371 atkvøðum. Á løgtingsvalinum í 2019 varð hon afturvald við 461 atkvøðum og gjørdist landsstýriskvinna í almannamálum. Hon sat sum landsstýriskvinna til januar 2022, tá hon legði landsstýrissessin frá sær fyri at atkvøða ímóti málinum um sammøður í Løgtinginum. Hon varð afturvald á løgtingsvalinum í 2022 við 376 atkvøðum og gjørdist partur av formansskapinum í Løgtinginum eftir valið. Í 2025 varð hon sligin til riddara av Dannebrog. Á løgtingsvalinum í 2026 varð hon afturvald við 599 atkvøðum, hennara higartil besta persónliga atkvøðutal.

Løgtingsnevndir 2011-15

[rætta | rætta wikitekst]

Nevndir í Klaksvíkar býráð

[rætta | rætta wikitekst]
  • Forkvinna í Sosialu nevnd
  • 2. formaður í Teknisku nevnd
  • Limur í Mentanarnevndini
  • Limur í Byggi- og býarskipanarnevndini

Elsebeth er dóttur Ellinor Mariu og Gunnleyð Jakobsen. Hon er gift Finni Hansen, tey eiga børnini Ellinor Mercedis Finnsdóttir Hansen, Karl Amadeus Finnsson Hansen og Mathildu Mercedis Finnsdóttir Hansen.

  1. "logting.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-09-23. https://web.archive.org/web/20150923060010/http://www.logting.fo/parliamentmember/view.gebs?parliamentMember.id=101. Heintað 2014-05-27.