Jump to content

Eirikur í Jákupsstovu

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Eirikur í Jákupsstovu (føddur 15. desember 1987) er føroyskur løgfrøðingur, politikari (Tjóðveldi) og fyrrverandi miðlafólk.

Eirikur er ættaður av Eiði, men býr í Klaksvík. Hann er útbúgvin løgfrøðingur.[1]

Eirikur starvaðist fyrst fyri Miðlahúsið og seinni Kringvarpið, áðrenn hann fór til Danmarkar at lesa løgfrøði.[2] Í januar mánaði 2019 varð hann settur í starv sum vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Hann gavst í starvi sínum í november í 2022 fyri at gerast ráðgevi hjá Tjóðveldi í tinginum og í flokkinum.[2]

Harafturat stillaði Eirikur upp fyri E til løgtingsvalið 8. desember 2022 og fekk hann tá á valinum 295 persónligar atkvøður.[2][1] Eftir Løgtingvalið varð hann fyrsti varamaður á Tjóðveldislistanum.[3]

Í mars mánaði 2025 gjørdist Eirikur landsstýrismaður í Almanna- og mentamálum, men longu í desember mánaði kom nýggi landsstýrisbygnaðurin í gildi og varð hann tá tilnevndur landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum.[1][4]

Eirikur í Jákupsstovu varð valdur inn á ting á løgtingsvalinum 26. mars 2026. Hann fekk 313 persónligar atkvøður og gjørdist nr. 6 á Tjóðveldislistanum. Hetta er fyrstu ferð, at Eirikur er valdur á løgting.[3]

Eirikur í Jákupsstovu er abbasonur Jákup í Jákupsstovu.

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]

Keldutilfar

[rætta | rætta wikitekst]
  1. 1 2 3 Jonhard Hammer: Eirikur er nú landsstýrismaður , dimma.fo, 10. mars 2025
  2. 1 2 3 Ingi Samuelsen: Eirikur í Jákupsstovu stillar upp fyri Erein , portal.fo, 12.02.2019
  3. 1 2 Agnar Prestá: Eftir fínteljing: Eirikur í Jákupsstovu er tingmaður, portal.fo, 30.03.2026
  4. Her er nýggi landsstýrisbygnaðurin, Løgmannskrivstovan, 1. desember 2025