Eirargarður

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Eirargarður er gøtunavn í Havn, men er eisini navnið á Føroya størsta bústovni fyri brekað, sum liggur við Eirargarð nr. 14 og 16.

Bústovnurin Eirargarður 14 & 16 var bygdur í 70-unum og tikin í brúk 1. apríl 1980. Um somu tíð, sum Eirargarður varð bygdur, broyttist almenna hugsanin til fólk við breki í londunum uttan um okkum, so farið var burtur frá stórum stovnum og til smærri eindir, har umstøðurnar vóru heimligari. Hetta rák kom eisini at ávirka Eirargarð. Upprunaliga var ætlanin at byggja til 80 fólk, men henda ætlan varð broytt, so bygt varð til 48 fólk í 4 deildum við 12 plássum í hvørjari. 20 av fólkunum, ið fluttu inn á Eirargarð, komu heim av stovnum í Danmark. Eftir at Eirargarður 14-16 varð liðugur, varð so smátt byrjað at læta fólk við breki flyta í sambýli ymsa staðni í landinum. Hesi sambýli eru ofta skipað við eini 4 - 6 fólkum í hvørjum.