Einar Petersen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Einar Petersen (føddur 19. juli 1939 í Sørvági, deyður 17. august 2002)[1] var ein føroyskur rithøvundur. Hann skrivaði fyrstu føroysku krimiskaldsøguna, sum kom út á føroyskum, tað var í 1987.

Lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Foreldur hansara vóru Danial Petur Petersen úr Sørvági og Katrina Petersen fødd Hansen úr Mykinesi. Eftir lokna skúlagongd, stutt eftir at hann var vorðin fermdur í 1953 fór hann á Føroya Fólkaháskúla. Árið eftir fór hann til skips, á Suðurlandið við sluppini Henry Freeman, og seinni ein sildatúr undir Føroyum við sluppini Sílinum. Sostatt upplivdi hann sum blaðungur endan á gomlu slupptíðini. Í 1957 fór hann á sjómannaskúla í Esbjerg í tríggjar mánaðir, haðandi gekk ferðin beinleiðis út at sigla. Hann sigldi við farmaskipum í okkurt um 23 ár. Honum dámdi væl at ferðast, í frítíðini ferðaðist hann nógv til eitt nú New York í USA, Genua í Italiu og Kobe í Japan. Eitt nú helt hann allar sínar feriur í Kobe í tíðarskeiðinum 1968 - 1972 og var í landi upp til tríggjar mánaðir um ferðina. Umframt at hann hevur siglt úti, hevur hann eisini arbeitt á flakavirkinum í Sørvági og sum arbeiðsmaður hjá Sørvágs kommunu.[2]

Tað fyrsta sum varð útgivið, sum Einar hevði skrivað, var tá hann saman við tveimum øðrum næmingum á Háskúlanum skrivaði ein føroyskan stíl við heitinum: Heðin Brú: Lív og skaldskapur. Lærararnir hildu henda stíl vera so frægan, at teir settu hann í tíðindablaðið 14. september. Seinni bleiv hann endurgivin í einum riti hjá Háskúlanum.

Einar gav út fyrstu føroysku krimiskaldsøguna í 1987. Tá hann andaðist í 2002, lá eitt handrit eftir hann, sum ikki var givið út. Rithøvundurin Sonni Jacobsen skrivaði søguna lidna og gav út bókina Lukretia í navninum hjá Einari Petersen í 2004. Tað vóru Sonni Jacobsen og Ólavur í Beiti, rithøvundar úr Sørvági, sum í samráð við arvingarnar hjá Einari, góvu út ymiskt skrivligt tilfar ið lá eftir Einar, alt varð útgivið í bókini Lukretia, tað var bæði nýtt og eldri tilfar, t.d. var krimiskaldsøgan "Deyðin sendir apríl" eisini við í bókini.

Útgivið[rætta | rætta wikitekst]

Skaldsøgur[rætta | rætta wikitekst]

  • 1987: Deyðin sendir apríl (krimiskaldsøga)
  • 2004: Lukretia, útgivin tvey ár eftir deyða hansara av forlagnum Ytstifjórðingur, ISBN: 99918-934-0-7

Stuttsøgur[rætta | rætta wikitekst]

  • 1977: Jandus, stuttsøga, sum varð útgivin í myndablaðnum Magn
  • 1993: Nemesis á útoyggj (stuttsøgusavn)
  • 2004: Alicia er horvin (útgivin í bókini "Lukretia" tvey ár eftir deyða Einars)

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Geni.com
  2. hnj.fo, Einar Petersen[deyð leinkja]