Dunnaldur Dunna

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Donald Duck)
Carl Barks í 1994 í Finnlandi.

Dunnaldur Dunna (enskt Donald Fauntleroy Duck) er høvuðspersónur (ella høvuðsdunna) í tí víðagitnu teknifilmsrøðini og teknirøðini við sama heiti. Millumnavnið hjá Dunnaldi Dunnu er Fountleroy. Tað er tó ikki umsett til føroyskt.

Hann býr í Fitjugerði 13 í Dunnuvík. Foreldrini itu Gvaggolvur Dunna og Hjørdis McGvagg, og systirin eitur Dinna Dunna.

Tað var Walt Disney, sum uppfann høvuðspersónin og átti rættindini til hann. Men tað vóru m.a. Carl Barks, Alfred Taliaferro og Jack Hannah, sum gjørdu hann kendan í ávikavist teknirøðheftum, dagblaðsteknirøðum og teknifilmum.

Nakrar av søgunum hjá Alfred Taliaferro hava verið at sæð í Barnablaðnum, meðan einar 90 søgur hjá Carl Barks eru at lesa í 18 skreytheftum við felagsheitinum Carl Barks savnið.

Ávísing úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið