Djibuti
Appearance
(Ávíst frá Djibouti)
| |||
| Tjóðarslagorð: "Unité, Égalité, Paix" | |||
| Tjóðsangur: Djibuti1 | |||
| Alment mál | Arabiskt og Franskt | ||
| Høvuðsstaður | Djibuti | ||
| Forsætisráðharri | Abdoulkader Kamil Mohamed | ||
| Forseti | Ismaïl Omar Guelleh | ||
| Fullveldi | 27. juni 1977 (frá Fraklandi) | ||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
23.200 km² 0.09% | ||
| Íbúgvar - tilsamans 2023 - tættleiki |
976.143 37.9/km² | ||
| Gjaldoyra | Franc (DJF) | ||
| Tíðarøki | UTC +3 | ||
| Økisnavn á alnetinum | .dj | ||
| Telefonkota | +253 | ||
| 1 ella Jabuuti (somaliskt); جيبوتي 'Jibuti' (arabiskt). | |||
Lýðveldið Djibuti (franskt: République de Djibouti, arabiskt: جمهورية جيبوتي) er eitt lítið land í Eysturafrika. Djibuti hevur mark við Etiopia, Eritrea og Somaliland. Landið hevur 976 143 íbúgvar (2023). Djibuti er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Djibuti. Lítla oyðimarkarlandið Djibuti gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1977. Flestu fólk har eru flakkfólk. Landið hevur stóran týdning fyri henda partin í Afrika, tí at høvuðsstaðurin, ið eisini eitur Djibuti, er einasti stóri havnabýur afrikamegin Reyðahav. Inntøkurnar frá havnini eru høvuðsgrundarlagið undir búskapinum í Djibuti.
Regiónir í Djibuti
[rætta | rætta wikitekst]
| Región | Vídd (km2) | Fólkatal | Høvuðsstaður |
|---|---|---|---|
| Ali Sabieh, (Région d'Ali Sabieh) |
2 200 | 75 005 | Ali Sabieh |
| Arta, (Région d'Arta) |
1 800 | 69 047 | Arta |
| Dikhil, (Région de Dikhil) |
7 200 | 80 023 | Dikhil |
| Djibuti, (Ville de Djibouti) |
200 | 604 013 | Djibuti |
| Obock, (Région d'Obock) |
4 700 | 40 128 | Obock |
| Tadjoura, (Région de Tadjourah) |
7 100 | 79 567 | Tadjoura |
