Dism

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Dism er ein føroysk fyritøka ið framleiðir fleiri ymisk sløg av føroyskum brennivíni. Dism varð sett á stovn í 2008, og tað fyrsta sum fyritøkan framleiddi var Lívsins Vatn, sum er eitt slag av akvavitti. Hetta var fyrsta føroyska framleiðslan av brennivíni. Orsakað av rúsdrekkalógini, sum ikki loyvir framleiðslu av sterkum løgi í Føroyum, var fyritøkan noydd til at framleiða brennivíni uttanfyri Føroyar. Føroyskt kelduvatn varð útflutt til eitt av grannalondunum har tað varð destillerað og síðan varð tann lidna vøran seld í Rúsuni í Føroyum. Lógin er síðan broytt, soleiðis at sterkt øl kann framleiðast í Føroyum, men sterkt rúsdrekka sum brennivín kann framvegis ikki framleiðast í Føroyum. Stjóri í fyritøkuni er Erling Eidesgaard.

Sløg av brennivíni frá Dism[rætta | rætta wikitekst]

  • Lívsins vatn, sum er eitt slag av akvavitt
  • Havið, sum er eitt slag av akvavitt, 50%
  • Baraldur, sum er eitt slag av gin
  • Eldvatn, sum er eitt slag av vodka

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

  • 2014 - Tey fýra sløgini hjá Dism fingu øll heiðursmerkir á World-Spirits Awards 2014 í Eysturríki. Eldvatn fekk gull fyri vodka, Baraldur fekk gull í ginni og Lívsins Vatn og Havið fingu ávikavist gull og silvur í akvavitti.[1]
  • 2012 - Havið vann bronsu á IWSC 2012.
  • 2011 - Havið vann bronsu og Eldvatn vann silvur á Hong Kong IWSC 2011
  • 2010 - Lívsins vatn og Eldvatn vunnu silvur á IWSC

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. in.fo, Stórur heiður til føroyskt brennivín

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]