Dagmar Joensen-Næs

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Dagmar Joensen-Næs (fødd 1895, deyð 1983) var ein føroyskur rithøvundur. Dagmar er fyrsta kvinna í Føroyum, sum hevur skrivað eina skaldsøgu, tað var skaldsøgan Rannvá.[1] Dagmar er ættað av Ryggi í Miðvági, systir mæta skaldið Mikkjal á Ryggi. Tey vóru 9 systkin, men mamman og 4 systkin doyðu sum smá av tuberklum. 26 ára gomul giftist hon við Martin Joensen Næss, lærara, úr Skúvoy. Aftaná seks ár í Skúvoy fluttu tey til Miðvágs, har maðurin var settur fyrstilærari. Martin doyði í 1967, 80 ára gamal. Meðan tey vóru trúlovað, var Dagmar í Skúvoy og ferðaðist og var beinanvegin hugtikin av toftunum í Fagradali. Men tað var ikki fyrr enn tey vóru flutt aftur til Miðvágs, at hon skrivaði "Rannvá" í fýratiárunum. Dagmar sigur sjálv, at tað er sonarkonuni fyri at takka, at bókin var givin út. Hon las handritið og var beinanvegin spent. Dagmar sjálv roknaði við at verða gjørd til grin, um søgan varð givin út. Umframt, "Rannvá" útg. 1971, hevur Dagmar Joensen-Næs skrivað søgusavnið "Tá minnini tala" útg. 1980.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. FLB.fo, Føroyskar skaldkonur[deyð leinkja]