Carrie Fisher

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Carrie Fisher í 2013.

Carrie Frances Fisher (21 oktober 1956 - 27. desember 2016) var ein amerikonsk sjónleikarinna, rithøvundur og skemtari. Hon er mest kend fyri leiklut sín sum Leia prinsessa í Star Wars filmsrøðini. Aðrir filmar eru millum annað Shampoo (1975), The Blues Brothers (1980), Hannah and her Sisters (1986), The 'Burbs (1989) og When Harry Met Sally (1989).[1]

Carrie hevur skrivað fleiri sjálvævisøgur, og hevur fingið rós sum talari, har hon greiðir frá upllivingum sínum við sálarsjúkuni bipolar og rúsevnamisnýstlu.

Carrie var dóttir sangaran Eddie Fisher og sjónleikarinnuna Debbie Reynolds. Í 2016 luttóku Carrie og mamma hennara Debbie í heimildarfilminum Brights Lights: Starring Carrie Fisher and Debbie Reynolds, ið snúði seg um tætta samband teirra. Filmurin var frumsýndur á filmfestivalinum í Cannes í 2016.

Carrie Fisher doyði tann 27. desember 2016, sum 60 ára gomul. Hetta var var 4 dagar eftir ein sjúkratilburð, umborð á einum flogfari ímillum London og Los Angeles.

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur[rætta | rætta wikitekst]