Buzz Aldrin, hvar bleivst tú av í ruðuleikanum? (sjónvarpsrøð)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Pål Sverre Valheim Hagen í 2010.

Buzz Aldrin, hvor ble du av i alt mylderet?, er ein norsk bók, sum í stóran mun snýr seg um ein ungan mann, sum av ymiskum orsøkum endar á einum viðgerðarheimi í Føroyum. Bókin er filmatiserað til eina sjónvarpsrøð av NRK, og fyrsti partur av sjónvarpsrøðini verður at síggja í NRK í 2011. Bókin hjá Johan Harstad kom út í 2005 og hevur fingið sera góð ummæli í bæði Norra, restini av Skandinavia og eisini í Amerika. Agnar Artúvertin hevur týtt bókina til føroyskt. Ummælini av sjónvarpsrøðini hava eisini verið rættiliga góð [1]. Fleiri føroyskir sjónleikarar spæla við - ein teirra er Annfinnur Heinesen, sum hevur ein stóran hjáleiklut sum Palli, ein onnur er Annika Johannessen, sum spældi leiklutin sum Anna. Røðin er tikin upp í Føroyum og Noregi og umborð á Norrønu.[2].

Hetta er søgan um Mattias, sum er gartnari. Hann varð føddur somu nátt sum tann allarfyrsta mánalendingin fór fram. Mattias hevði stóran áhuga fyri rúmdarferðum og hansara stóra fyrimynd var Buzz Aldrin, sum var næsti maður á mánanum. Eins og Buzz Aldrin vil Mattias vera nummar tvey, hann vil vera ókendur og liva eitt friðarligt og anonymt lív. Árið er 1999, og Mattias er 30. Ein vinur bjóðar honum til Føroya at hjálpa orkestrinum á eini konsertferð, og hann tekur av, stutta tíð áðrenn ferðina til Føroya, hevur genta hansara gjørt tað liðugt við hann, og tað tók hann sera tungt. Á veg til Føroya og eftir at hann var komin til Havnar, fór alt av álvara at skrambla saman hjá Mattiasi. Hann møtir síðan dananum Havstein, sum tekur sær av honum og bjóðar honum at búgva í einum serligum viðgerðarheimi fyri sinnisveik, sum hann rekur við Gjógv.

Sjónleikarar[rætta | rætta wikitekst]

Leiklutur Sjónleikari
Mattias Noreg Pål Sverre Valheim Hagen
Noreg Bendik Lillebø Furubotn
Havstein Danmark Bjarne Henriksen
Ennen Danmark Rikke Lylloff
Palli Føroyar Annfinnur Heinesen
Anna Føroyar Annika Johannessen
Eyddis Føroyar/Danmark Helle Fagralid
Carl USA Chad Coleman
Helle Noreg Kristine Rui Slettebakken
Olaf Ludvik Danmark Morten Rose
Jørn Noreg Torbjørn Eriksen
Roar Noreg Vidar Magnussen
Karsten Noreg Bjarte Tjøstheim

Kelduávísingar[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Archive copy". http://www.aftenbladet.no/kultur/Mesterlig-Buzz-Aldrin-2871016.html#.Tw2ztnp-fTo. Heintað 2012-01-11. 
  2. http://www.dagsavisen.no/kultur/article523632.ece