Jump to content

Braquet

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Braquet er ein kristin rokkbólkur, sum byrjaði í 2001. Teir sluppu við í Prix Føroyar-finaluna í 2003, men teir vunnu ikki — tað gjørdi heldur I Am, sum eisini er ein kristin rokkbólkur.

Manningin í Braquet er Andrias Højgaard (vokal), Arni Zachariassen (gittar, eyka vokal og klaver), Leivur Vitalis (bass og eyka vokal), og seinast Jóhan á Lakjuni (trummur).

Eyka manningin í Braquet vóru Kristoffur Mørkøre (klaver og programmering), Pætur á Borg (eyka vokal) og Edith Mørkøre (eyka vokal).

Braquet gav bara eina EP út í 2005, sum eitur Braquet. Har eru seks sangir á. Tá Braquet steðgaðu í 2007/08, fóru tónleikarnir víðari við tónleiki. Til dømis er Leivur Vitalis nú ein kendur bassleikari, og nógv fólk kenna eisini Jóhan á Lakjuni og Arna Zachariassen. Ein lítil stuttsøga um Arna Zachariassen er, at hann bleiv til endans gittarleikari í I Am — bólkinum, sum Braquet taptu ímóti í Prix Føroyar 2003.