Brúkarakjak:2605:E000:634C:E00:5568:7048:47DF:CFF2

Page contents not supported in other languages.
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Hey. Tú hevur upprætta greinina Frælsur felagsskapur og knýtt hana at Associated state. Kann ein statur vera tað sama sum ein felagsskapur? T.d. landið Niue, ið tú eisini hevur upprættað, eg havi sett eina infoboks inn, og har skal eg týða Associatet state til føroyskt, men síggi at sama greinin her eitur Frælsur felagsskapur, eg vildi heldur valt eina aðra týðing. Sprotin sigur onki um Associated state, men sigur hetta um Associate: 1 vinmaður, felagi; arbeiðsfelagi, starvsbróðir; partamaður; (løgfr.) hjálpardómari. 2 (handilsm.) limur við avmarkaðum rættindum. 3 ~ professor (am. uml.:) dosentur. og í týðing nr. 2: 1 sambinda, sameina; binda saman (with); seta í samband við (t.d. we do not associate the same thing with that idea; associate it with something nice; I associate it with something unpleasant) 2 ~ with koma saman við, hava samband við; ~ oneself with geva seg í part við, fara uppí (t.d. the declaration, the protest). 3 knýta at, vera partur av (t.d. he was associated with the editorial staff). Og í 3. týdningi: 1 sambundin, sameindur; knýttur at. 2 sam-, med- (t.d. editor). Út frá hesum vildi eg sagt "Sameind tjóð" ella "Sameindur statur" ella okkurt sovorði. Hvat heldur tú? Vh. --EileenSanda (kjak) 19. nov 2015 kl. 12:19 (UTC)[reply]


Hetta er ein kjaksíða hjá einum dulnevndum brúkara, sum ikki hevur stovnað eina kontu enn, ella ikki brúkar hana. Tí noyðast vit at brúka nummerisku IP-adressuna hjá honum ella henni. Ein slík IP-adressa kann verða brúkt av fleiri brúkarum. Ert tú ein dulnevndur brúkari, og kennir, at óviðkomandi viðmerkingar eru vendar til tín, so vinarliga stovna eina kontu fyri at sleppa undan samanblanding við aðrar dulnevndar brúkarar í framtíðini.