Birmingham (Alabama)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Birmingham, Alabama
Flagg Kort
Grunddáta
Land: USA
Lutstatur: Alabama
Vídd: 384,91 km²
Íbúgvar (2019): 209.403
fyri km²: 555/km²
Heimasíða: birminghamal.gov

Birmingham er stórbýur í amerikanska stakríkinum Alabama.

Birmingham liggur mitt í norðara parti av Alabama, um leið 150 kilometrar norðan fyri Montgomery, ið er høvuðsstaður í stakríkinum.

Býurin hevði í 2018 næstan 210.000 íbúgvar.[1][2] Við forstøðum telur Birmingham tó meiri enn 1.150.000 íbúgvar og er hann í dag størsti býur í Alabama.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Birmingham varð grundlagdur í 1871.

Meðan Martin Luther King sat í fongsli í Birmingham í apríl 1963, skrivaði hann tað kenda opna brævið úr fongslinum (Letter from Birmingham Jail).

Kend fólk[rætta | rætta wikitekst]

  • Angela Davis (f. 1944), amerikonsk stríðskvinna fyri borgararættindum og rithøvundur
  • Emmylou Harris (f. 1947), amerikonsk sangarinna
  • Condoleezza Rice (f. 1954), fyrrverandi amerikanskur uttanríkisráðharri
  • Carl Lewis (f. 1961), amerikanskur ítróttamaður

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 33°31′29″N 86°48′46″W / 33.52472°N 86.81278°W / 33.52472; -86.81278

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana