Bárður Eklund

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Bárður Eklund
er eitt menniskja
Fødd(ur) 1976
Starv myndatakari
Dátuheiti

Bárður Eklund var føddur í Tórshavn í 1976 og hevur útbúgving í art photo í 2000 og sum myndablaðmaður á Århus Journalistskole í Århus, 2005. Bárður tók myndir meðan hann gekk í studentaskúla, sumrarnar var hann myndamaður á Dimmalætting og undir útbúgvingini arbeiddi hann á danska tíðindablaðnum BT. Fleiri av hansara myndum, m.a. av ungum fólki, sum skemta sær og halda frí, komu á forsíðuna.

Bárður, sum leggur seg eftir at taka myndir av fólki, fekk í 2001 Talent Award KUBA Art Photo, í 2004 Danmarks Journalisthøjskoles Jubilæums delpris og í 2005 varð hann av Dansk Pressefotografforbund kosin ársins myndamaður fyri andlitsmynd av sjónleikarakvinnuni Judy Gringer. Sjálvur segði Bárður tá við Dimmalætting, at "Myndirnar eru mín máti at samskifta við umheimin upp á. Tær siga líka nógv um meg, og hvussu eg síggi heimin, sum um motivini, ið eru avmyndaði á teimum. Í veruleikanum avdúkar tú eina rúgvu um teg sjálvan, hvørja ferð tú trýstir á knøttin, og ein mynd verður til". Eklund hevur avmyndað fleiri kend fólk, so sum Craig David, Sanne Salomonsen og føroysku Eivør Pálsdóttir og Lenu Andersen.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]