Azorurnar
Azorurnar liggja langt út í Atlantshavinum - millum Portugal og Norður-Amerika - 5 tíma flúgving úr Keypmannahavn. Høvuðsoyggin eitur Sao Miguel har størsti býurin á Azorunum, Ponta Delgada, er. Har er eitt vakurt havnalag við størri úrvali av kaféum og matstovum.
Á Azorunum er veðurlagið av tí besta, heitt, men av tí oyggjarnar eru so langt úti í stórhavinum, verður altíð eitt sindur av loti, so tað verður ikki so kvalið. Nógv verður dyrkað av bananum á oyggjunum.
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Oyggjabólkurin Azorurnar liggur í Atlantshavi. Azorurnar eru ein oyggjabólkur við 9 oyggjum av vulkanskum uppruna. Her var fólkatómt til menn úr Portugal komu higar í 1427. Samlaða støddin er einans uml. helvtina av Føroyum, umleið 747 ferkilometrar. Lægsti meðalhiti um dagin er 16 stig (januar). Hægsti meðalhiti um dagin er 26 stig (august). Tað regnar av og á og skiftir ofta millum regn og brennandi sól. Oyggjarnar liggja mitt í Golfstreyminum og meðalhitin í sjónum alt árið liggur millum 16 og 23 stig. Háárstíð verður roknað til summarfrítíðar-mánaðirnar í Portugal og suðurlondum annars, t.v.s. frá mai til september. Miðárstíðin er apríl mánaði og oktober/november. Lágárstíð er frá desember til mars.