Atli F. Johansen
Appearance
Atli Fríði Johansen (føddur 1978) er føroyskur lærari og politikari (Sambandsflokkurin).
Atli er ættaður av Glyvrum, men býr á Nesi. Hann tók læraraprógv í 2003 og hann tók við sum skúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu í 2019.[1]
Á kommunuvalinum í 2024 fekk hann 89 atkvøður og var næstvaldur í býráðið, og síðani varð hann valdur til varaborgarstjóra í Nes kommunu.[2]
Atli F. Johansen varð valdur inn á ting á løgtingsvalinum 2026. Hann fekk 558 persónligar atkvøður og gjørdist nr. 4 á Sambandslistanum. Hetta er fyrstu ferð, at Atli er valdur á løgting.[3]
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]Keldutilfar
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Atli verður skúlastjóri í Eysturkommunu, in.fo, 12.02.2019
- ↑ Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum , dimma.fo
- ↑ Atli kom buldrandi inn á løgting - Eysturoyarportalurin, eyp.fo, 27.03.2026m