Atlantic Petroleum
Appearance
| P/f Atlantic Petroleum | |
|---|---|
| Stovning | 1998 |
| Høvuðssæti | Yviri við Strond 4, Tórshavn |
| Lyklafólk | Ben Arabo (stjóri) Birgir Durhuus (nevndarformaður) |
| Ídnaður | Olju og kolvetni |
| Starvsfólk | 17 |
| Eigari | Partabrøv |
P/F Atlantic Petroleum (føroyskt: Atlantskolvetni) er føroysk olju og kolvetnis fyritøka. Stjóri í felagnum er Ben Arabo. Felagið varð stovnað í februar 1998 av 18 føroyskum íleggjarum:
- P/f Kongshavnar Útgerðarfelag
- Hildigunn Johannesen
- P/F Føroya Bjór
- Mortan Johannesen
- P/f J.F.K. Trol
- P/f Smyril Line
- P/f Farodane
- P/f Havnar Timburhandil
- P/f Svend Krosstein
- P/f Vestlax
- P/f Teymavirkið
- P/f Havsbrún
- P/f Súsi
- P/f Tórshavnar Skipasmiðja
- S/f Føroya Sjóvátrygging
- Føroya Sparikassi (nú Eik Banki)
- P/f Poul Hansen
- P/F Hvilvtenni
Í juni 2005 varð Atlantic Petroleum skrásett á íslendska virðisbrævamarknaðinum (ICEX), ið samarbeiðir við føroyska virðisbrævamarknaðin (VMF). Í oktober 2006 varð Atlantic Petroleum skrásett á danska virðisbrævamarknaðinum (OMX).
Í 2012 vóru 17 fulltíðarstarvsfólk í Atlantic Petroleum.
Virksemi
[rætta | rætta wikitekst]Atlantic Petroleum er við í trimum leitingarloyvum við Føroyar: Stella Kristina (40%), Marselius(40%) og Brugdan(0,025% (møguleika at fáa 1,2905%)). Harumframt er Atlantic Petroleum í 2008 við í 8 loyvum í bretskum sjógvi og 3 í írskum sjógvi.