Jump to content

Arnbjørn Ó. Dalsgarð

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Arnbjørn Dalsgarð)

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð (f. 28. august 1971, ættaður av Velbastað) er rithøvundur, bókavørður og tónleikari, guitarleikari. Í 2012 varð hann settur í starv sum leiðari á Býarbókasavninum.[1] Áðrenn tað starvaðist hann á Føroya Landsbókasavni. Hann gjørdist liðugur við útbúgving sum bókavørður í 1999. Hann er føddur í 1971, er uppvaksin á Velbastað og býr í Havn. Er ritstjóri á bókmentatíðarritinum Vencili saman við Oddfríða M. Rasmussen. Árini 2003-2007 hevur hann verið formaður í Bókavarðafelagnum, og í mars 2007 bleiv hann valdur til formann í Rithøvundafelagnum og legði frá sær í Bókavarðafelagnum, hann varð formaður í Rithøvundafelagnum til 2009. Meðan hann búði í Keypmannahavn í 1990-árunum var hann onkuntíð blaðstjóri á blaðnum Oyggjaskeggi, sum er blaðið hjá føroyskum lesandi uttanlands, serliga í Danmark. Hann hevur fyrr spælt sum guitarleikari í fleiri føroyskum orkestrum, tað var í 1980-árunum. Hann spældi eitt nú saman við James Olsen og Óla Hans Andreasen.[2] Arnbjørn er giftur við Rigmor Dam, sum er løgtingskvinna (2011-), lærari og blaðkvinna. Tey eiga trý børn saman.

Stuttsøgusøvn

[rætta | rætta wikitekst]
  • 2015 So hon starir inn í veggin
  • 2016 Albert

Stuttsøgur í tíðarritum vm.

[rætta | rætta wikitekst]
  1. "Aktuelt.fo, Arnbjørn leiðari á Býarbókasavninum". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-12-08. https://web.archive.org/web/20121208035843/http://aktuelt.fo/grein/arnbjorn_leidari_a_byarbokasavninum. Heintað 2012-12-06.
  2. Kringvarpið hevði samrøðu við Arnbjørn 6. februar 2013.
  3. "BFL.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-04. https://web.archive.org/web/20160304131056/http://www.bfl.fo/Rith%C3%B8vunda-v%C3%ADsing.aspx?ID=1010&GROUPID=GROUP386. Heintað 2013-01-17.

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]