Apple

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Macintosh 128K úr 1984.

Apple Inc. er ein risastór amerikonsk KT-fyritøka við høvuðssæti í Cupertino, Kalifornia. Macintosh 128K var ein tann mest umrødda teldan, tá ið hon sá dagsins ljós í 1984. Fá mundu tó vænta, at henda løgna teldan skuldi gerast ein av høvuðsorsøkunum til, at KT-fyritøkan Apple yvirlivdi og er eitt tað kendasta vørumerki í heiminum. Telduframleiðarin Apple telist millum tær fyritøkur í heiminum, sum hava eitt sera sterkt vørumerki. Uml. 2000 lesarar hjá heimasíðuni BrandChannel hava í einari heimsfevnandi atkvøðugreiðslu peikað á Apple sum tað vørumerkið, ið hevur havt størstu ávirkan í heiminum í 2011 [1][2]. Seinastu tvey árini hevur Google verið sterkasta “brandið”, men nú hevur Apple troðkað Google av ovastu rók. BrandChannel vísir á, at Apple við sínum iPhone, iMac, iPod, iPad og iTunes hevur havt gylt ár, og at fyritøkan hevur verið sera sjónlig í fjølmiðlum, lýsingum og á gøtuni.

Síðsta ársfjórðing í 2013 hevði Apple eitt yvirskot uppá smáar 72 milliardir krónur [3]. Og tað er meira enn samlaði vinningurin øll árini frá byrjan í 1977 og til fyrsta iPhonin kom í 2007. Tað er serliga iPhone og iPad sum hála tey stóru tølini inn. Hyggja vit eftir øllum heimsins fyritøkum, so sæst, at Apple er bæði nummar 4, 5 og 6 á listanum yvir, hvør hevur verið raskast at vunnið mest pening í einum einstøkum ársfjórðingi. Feløgini sum liggja frammanfyri eru oljufeløg, og í veruleikanum eru tað einans oljufeløg saman við Apple á top 20-listanum [4].

iPhone[rætta | rætta wikitekst]

Tað var ein kollvelting, tá Steve Jobs í einum av sínum víðagitnu framløgum vísti almenninginum eina iPhone fyri fyrstu ferð í 2007.

Sjálvt um framleiðararnir eru nógvir, eru tó bert 3 stýriskipanir innan smartphones: IOS, sum Apple brúkar, Android, sum ein rúgva av framleiðarum brúkar, og so Windows, ið Nokia og nøkur onnur brúka.

Myndasavn[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://mashable.com/2011/05/09/apple-google-brandz-study/
  2. http://www.macobserver.com/tmo/article/Brandchannel_Apple_Ranked_Top_Company_Worldwide
  3. http://www.forbes.com/sites/chuckjones/2014/01/07/apples-app-store-could-have-generated-1-billion-in-revenue-in-the-december-quarter/
  4. http://www.tuaw.com/2014/02/04/only-oil-and-gas-companies-are-as-profitable-as-apple/
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið