Nire-suðurbók

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Antarktisk-Suðurbók)
Far til: navigatión, leita
Leyv á Nire-suðurbók, bløðini eru smá.
Nire-suðurbók á heimligum vakstrarøki í Las Torres del Paine náttúruverndarøkinum i Kili (Chile).

Nire-suðurbók (frøðiheiti - Nothofagus antarctica) (spanskt Ñire ella Ñirre), er eitt leyvfellandi træ ella runnur, ið er upprunavøkstur í Suður Kili (Chile) og Argentina frá uml. 36°S og heilt suður á Eldlandið (Tierra del Fuego) (56° S). Tann syðsti gróðrarstaðurin er á oynni Hoste Island, sostatt er Nire-suðurbók tað træið ið veksur syðst á jarðarklótini. Tað trívist best í tí, nú minkandi, tempereraða regnskóginum.

Nire-suðurbók er gróðursett á vesturstrondini av Norðuramerika, í Stóra Bretlandi og í Føroyum her hon trívist sera væl.[1]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Umhvørvisstovan, Skógrøkt Lýsing av viðarvøkstri í Føroyum. 2013