Jump to content

Aladdin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Ævintýrini í Túsund og Einari Nátt vórðu søgd í Eysturlondum fyri mongum hundrað árum síðan. Seinni vórðu tey skrivað í stórar bøkur. Eitt tað kendasta er ævintýrið um unga Aladdin, sum finnur eina gamla lampu. Tá ið hann gníggjar lampuna, kemur ein mætur andi, og hjá honum er einki óført. Vit hitta apu hansara og fátæku skyldfólk hansara, ommuna og systrina. Aladdin gerst skotin í Jasmin, dóttur sultanin í Jamar, og hon fær eisini tokka til hansara, men hann er ikki tann rætti til hennara, tí hann er alt ov fátækur. Har er ein óndur gandakallur, sum vil hava magisku lampuna, tí hann vil ráða í Jamar, men Aladdin er heppin og fær fatur í henni. Søgan fer fram í Arábia.