Aki-Matilda Høegh-Dam
Aki-Matilda Høegh-Dam (fødd 17. oktober 1996 í Hillerød) er grønlendskur politikari (Naleraq). Tíðliga hevur hon verið limur í grønlendska javnaðarflokkinum Siumut.[1] [2][3]
Saman við Aaja Chemnitz hevur Aki-Matilda umboðað Grønland á Fólkatingi síðan 2019. Hon fekk 3.467 persónligar atkvøður á fyrsta sinni. Tá hon varð afturvald í 2022, næstan tvífaldaði hon persónliga atkvøðutal sítt og fekk 6.655 atkvøður, sum svarar til ein triðing av øllum atkvøðunum á valinum.[4] Í 2023 stillaði hon upp til formansvalið í Siumut, men tapti.[5]
Tíðliga í februar mánaði í 2025 meldaði hon seg úr stjórnarflokkinum Siumut.[6] Seinni boðaði hon frá, at hon var farin úr flokkinum Siumut yvir í grønlendska loysingarflokkin Naleraq, sum hon fór at umboða í Fólkatinginum framyvir.[7] Tann 10. februar 2025 hevði hon meldað seg inn í flokkin Naleraq. Samstundis boðaði hon frá, at hon ætlaði sær at stilla upp fyri Naleraq á valinum til landstingið, 11. mars.[8]
Á valinum til grønlendska landstingið (Inatsisartut) 11. mars 2025, fekk hon 2.954 persónligar atkvøður.[9] Tað vóru meira enn dupult so nógvar atkvøður sum formaðurin í loysingarflokkinum Naleraq, Pele Broberg, fekk á valinum.[9] Frammanundan valinum hevði hon boðað frá, at hon fór at taka seg úr danska Fólkatinginum, um hon varð vald i ta grønlendska, Inatsisartut.[10]
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Aki-Matilda Høegh-Dam, ft.dk
- Aki-Matilda Høegh-Dam melder sig ud af Siumut, knr.gl, 7. februar 2025
- I dag kl. 12:21 - Dobbeltmandatet er en realitet for Aki-Matilda Høegh-Dam, dr.dk
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ Fem fra Sisimiut deltager i børnetopmødet, sermitsiaq.ag, 17. okt 2011
- ↑ Aki-Matilda Høegh-Dam, missdanmark.dk
- ↑ Aki-Matilda Høegh-Dam er higartil størsti atkvøðuslúkur, vp.fo, 12.03.2025
- ↑ Aki-Matilda Høegh-Dam vil stilla upp í Grønlandi, dagur.fo, 10.02.2025
- ↑ Aki-Matilda Høegh-Dam hevur knappa tíð at stovna flokk, in.fo, 08.02.2025
- ↑ Aki-Matilda Høegh-Dam hevur knappa tíð at stovna flokk, in.fo, 8.02.2025
- ↑ Høegh-Dam stillar upp fyri Naleraq, dagur.fo, 10.02.2025
- ↑ Aaja Chemnitz stillar ikki upp til Inatsisartut, dagur.fo, 17.02.2025
- ↑ 9.0 9.1 Her er de 10 største grønlandske stemmeslugere, altinget.dk, 12. mars 2025
- ↑ Aki-Matilda Høegh-Dam fer nú úr Fólkatinginum, dagur.fo, 12.03.2025