Aaja Chemnitz
Appearance
Aaja Arnatsiaq Chemnitz Driefer (fødd Larsen 2. desember 1977 í Nuuk) er ein grønlendskur politikari (Inuit Ataqatigiit).
Aaja Chemnitz er útbúgvin cand.scient.adm. frá Grønlands Universiteti í 2004.[1] Hon hevur starvast sum fulltrúi á skrivstovuni hjá grønlendska landsstýrinum og onnur øki, áðrenn hon fór uppí politikk.
Aaja Chemnitz gjørdist limur í danska Fólkatinginum í 2015. Fýra ár seinni varð hon afturvald við fleiri enn 27 prosent av teimum grønlendsku atkvøðunum.[2]
Á Fólkatingsvalinum í 2022 varð hon vald fyri triðju ferð sum grønlendskt umboð á danska fólkatingi, saman við Aki-Matildu Høegh-Dam.[3]
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Aaja Chemnitz, ft.dk
- Aaja Chemnitz, knr.gl
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Aaja Chemnitz Driefer, altinget.dk
- ↑ Genvalg til Aaja Arctic Business Network, 7. juni 2019
- ↑ Laveste valgdeltagelse i 35 år: Mindre end halvdelen af os stemte, knr.gl, 3. nov. 2022