Jump to content

Trælavatn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 9. okt 2023 kl. 12:14 av InternetArchiveBot (kjak | íkøst) (Rescuing 0 sources and tagging 1 as dead.) #IABot (v2.0.9.5)
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)

Trælavatn er eitt vatn á Eysturoynni, sum liggur millum Trælavatnaskarð og Skarðsbrúgv, nakað omanfyri Kambsdal. Onnur helvtin av vatninum er partur av Fuglafjarðar Kommunu, meðan hin helvtin hoyrir til Eysturkommunu[1].

Á Trælavatni er ein jolla, sum Miðnámsskúlin á Kambsdali eigur og brúkar til sítt skúlavirksemi. Jollan eitur Økotussi og varð borin niðan á Trælavatn tann 7. september 2017 av næmingum á skúlanum, í samband við árliga ítróttardagin[2].

Á landakortum hevur Trælavatn eisini verið nevnt í fleirtalsforminum Trælavøtn[3]

Uppruni til navnið

[rætta | rætta wikitekst]

Eins og við Trælanípu, er upprunin til navnið Trælavatn ókendur, hóast navnið er heilt gamalt. Tó var tað ikki ókent í víkingatíð, at trælir vóru offraðir til norrønu gudarnar, og tí lata nøvnini Trælanípa og Trælavatn upp fyri tankanum um, at trælir hava verið dripnir ella offraðir á staðnum[4].

Meðan Trælanípa hevur vælkenda søgn um trælir, sum vóru stoyttir útav[5], eru ongar sagnir um Trælavatn, hóast hildið verður, at trælir hava verið druknaðir har[4].

Frá Kambsdali til Skálabotn er ein varðagøta, sum gongur framvið Trælavatni og Valaknúkum, har Floksmenninir vóru kastaðir útav, eftir at hava fingið deyðadóm. Millum fjarða er staðarnavnið Stevnuválur, har fólk eru tikin av døgum, umframt at tað verður hildið, at Varmakelda eisini er brúkt sum offurstað[4].

Tað eru sostatt fleiri støð, rundanum Trælavatn, sum hava verið brúkt sum antin offurstað ella stað, har fólk er avrættað. Hetta er við til at undirbyggja gitingina um, at Trælavatn hevur verið brúkt til at drukna trælir.

Onnur staðarnøvn við orðinum trælur

[rætta | rætta wikitekst]

Keldulisti

[rætta | rætta wikitekst]
  1. "Føroyakort". Umhvørvisstovan. http://www.kortal.fo/. Heintað 24-09-2020. 
  2. Højgaard, Dánjal Petur (12-09-2017). "Um bátaflotan á Kambsdali". Miðnám á Kambsdali. https://kambsdalur.fo/um-bataflotan-a-kambsdali/. Heintað 23-03-2021. 
  3. Kort ár 1900, F20 1900, Topografiskt kort. Foroyakort.fo, Umhvørvisstovan.
  4. 4.0 4.1 4.2 Í Ólavsstovu, Vár (2016). "Staðarnøvn kelda til trúgv forfedra okkara". Frøði. http://frodskaparfelag.fo/wp-content/uploads/2020/03/frodi-2016-nummar-2.pdf. Heintað 24-09-2020. [deyð leinkja]
  5. "Miðvágur". Visit Faroe Islands. https://visitvagar.fo/welcome-to-vagar/about/the-villages/midvagur/?lang=fo. Heintað 24-09-2020.