Thorstein Petersen
| Thorstein Petersen | |
|---|---|
|
| |
| er eitt | menniskja |
| Fødd(ur) | 21. aug 1899 í/á Tórshavn |
| Andaðist | 4. mai 1960 í/á Tórshavn |
| Alma mater | Københavns Universitet |
| Starv | politikari, advokatur, bank manager, consul |
| Politiskur flokkur | Hin føroyski fólkaflokkurin, Vinnuflokkurin |
| Foreldur | faðir Thomas Juul Petersen |
| Mál | danskt mál |
| Dátuheiti | |
| VIAF | 305443300 |
| LCAuth | n2013067700 |
| Commons | Thorstein Petersen |
Thorstein Petersen (21. august 1899 – 4. mai 1960) var løgfrøðingur, politikari fyri Fólkaflokkin og fyrsti stjóri hjá Sjóvinnubankanum.
Thorstein Petersen varð borin í heim í Havn 21. august 1899. Aftan á barnaskúlagongd fór hann til Danmarkar at taka studentsprógv og lesa løgfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Tá hann í 1928 hevði staðið løgfrøðisprógv, kom hann aftur til Havnar, har hann setti seg niður sum sakførari. Í 1932 gjørdist hann stjóri í nýstovnaða Sjóvinnubankanum og sat í hesum starvi fram til kreppuna hjá Sjóvinnubankanum í 1951.
Tíðliga kom hann upp í politikk. Hann sat á tingi fyri Fólkaflokkin í Suðurstreymoy 1940-1954, og var fleiri skeið tingformaður. Hann var landsstýrismaður 1950-1951 og fólkatingsmaður 1943-1950, varð aftur valdur á fólkating í 1957, men misti valbærið orsakað av leikluti sínum í Sjóvinnubankamálinum í 1951. Hann doyði 4. mai 1960.
Politiska lívsleiðin
[rætta | rætta wikitekst]Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]- Mohr, Høgni: Men hvar er tann nevin sum slær, Sprotin 2012, ISBN 98-99918-71-80-6
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Løgtingið 150 - Hátíðarrit. Tórshavn 2002, Bind 2, s. 339 (PDF-Download Archived 2006-09-27 at the Wayback Machine)