Jump to content

Saksun

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 31. okt 2021 kl. 12:14 av 81.18.234.108 (kjak) (rætta árstal)
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)
Saksun
Saksen (danskt)
Bygd
Saksun
Saksun
Land  Føroyar
Sýsla Streymoya sýsla
Oyggj Streymoy
Kommuna Sunda kommuna
Íbúgvar 10 (2015)[1]
Postnummur FO-436
Markatal 29-08-00
Dúvugarðar

Saksun, eldri Sagx hofn[2] (Sakshøvn) er ein gomul bygd á norðursíðuni á Streymoy. Landslagið við bygdina er sermerkt. Gamli garðurin Dúvugarður er framvegis virkin, men gomlu íbúðarhúsini eru í dag friðað og standa sum eitt minni um farnar øldir. Millum Saksun og Vestmanna stendur millum annað Koppenni, ið er hægsta fjall á Streymoynni. Við báti slepst inn á víkina uttan fyri bygdina Saksun. Ein smalur ósi rennur millum havið og Pollin, sum annars er avskorin frá havinum av sandgrynnum. Bert heilt smáir og lættir bátar sleppa inn á Pollin og bert á flóð. Úr Saksun gongur vegurin oman gjøgnum Saksunardal, har gróðurin er nógvur. Í bygdini Saksun eru fleiri garðar, sum hava staðið í øldir.

Sjáldsama og stórbæra landslagið dregur nógv vitjandi til sín: Saksunardalur, ið er heilar 10 kilometrar langur, Saksunarvatn við sínum sílum og laksi, pollurin, umframt Dúvugarð, sum er varðveittur í sínum upprunaliga líki. Har búleikaðust fólk fram til 1978, men seinni eru húsini gjørd til eitt forvitnisligt savn, har vit kunnu síggja, hvussu karmarnir vóru á einum vanligum føroyskum garði í gamla bóndasamfelagnum. Í Saksun er ikki bara vakurt á hásumri, tá mong ferðafólk vitja.

Fyri nøkrum hundrað árum síðani fórst skipið, sum seinni mest er umtalað Saksunarskipið, í Saksun. Í lastini var millum annað viður, og tá farmurin varð seldur á uppboðssølu, varð ein stokkur av pommerskari furu seldur til Nólsoyar, har hann varð nýttur at byggja eina stovu í húsunum við Brunn, og tríggir aðrir stokkar vórðu seldir til Suðuroyar. Maðurin, sum keypti teir tríggjar stokkarnar, bant teir saman til ein flaka, setti segl á og sigldi í hesum líki stokkarnar suður.

  1. Hagstova.fo
  2. Jakob Jakobsen, DIPLOMATARIUM FÆROENSE, FØROYSKT FODNBRÆVASAVN , (Skipan um tingfaratodl uml. 1400). H. N. Jacobsens Bókahandil 1907

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið