Jump to content

Norðurlandahúsið í Føroyum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 9. okt 2023 kl. 09:05 av InternetArchiveBot (kjak | íkøst) (Rescuing 0 sources and tagging 2 as dead.) #IABot (v2.0.9.5)
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)
Norðurlandahúsið.

Norðurlandahúsið í Føroyum er størsti mentunarmiðdepil í Føroyum. Húsið varð vígt og tikið alment í nýtslu 8. mai 1983 í Tórshavn. Norðurlandahúsið hevur havt stóran týdning fyri mentanarlívið í Føroyum. Tað er stýrið fyri Norðurlandahúsið, ið setur stjóran. Stjórin verður settur í eitt 4- ella 5-áraskeið, tó kann stjórin søkja um at fáa starvssetanina longda til 8 ár. Teir fyrstu stjórarnir sótu bert eitt ár hvør. Niels Halm úr Danmark var stjóri frá 1. februar 2004 til 31. januar 2013, tað er higartil tað longsta tíðarskeiðið, ið nakar stjóri fyri Norðurlandahúsið í Føroyum hevur sitið. Eitt stutt tíðarskeið á tveir mánaðir í 2011 røkti Urd Johannesen stjórastarvið, meðan Niels Halm røkti aðrar uppgávur fyri Nordisk Ministerråd.[1]

Stjórar fyri Norðurlandahúsið í Føroyum

[rætta | rætta wikitekst]
  • Steen A. Cold, Danmark 1983 - 1984[2]
  • Hjörtur Pálsson, Ísland 1984 - 1985
  • Karin Flodström, Svøríki 1985 - 1989
  • Jan Kløvstad, Noreg 1989 - 1994
  • Peter Turtschaninoff, Finland 1994 - 1999
  • Helga Hjörvar, Ísland 1999 - 2005
  • Niels Halm, Danmark 2005 - 2013
  • Sif Gunnarsdóttir, Ísland 2013 - 2018[3]
  • Gunn Hernes, Noreg 2018- [4]

Stýrið 2012

[rætta | rætta wikitekst]
  • Finland: Leif Jakobsson, formaður
  • Ísland: Sigrún Valbergsdóttir, stýrislimur
  • Danmark: Christian Svane, stýrislimur
  • Áland: Ansti Dahlén
  • Føroyar: Andrea Heindriksdóttir
  • Starvsfólkaumboð: Fróði T. Vestergaard

Ráðgevandi nevnd hjá Norðurlandahúsinum 1. mars 2010 - 28. februar 2013

[rætta | rætta wikitekst]
  1. [1][deyð leinkja]
  2. NLH.fo, Historie[deyð leinkja]
  3. http://listinblog.blogspot.com/2012/10/sif-gunnarsdottir-nyggjur-stjori-i.html
  4. http://www.in.fo/news-detail/nyggi-stjorin-er-ur-moss-i-noreg/

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo