Jump to content

Kyrrahavið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 6. jul 2023 kl. 20:29 av 84.211.235.157 (kjak) (Sí eisini)
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)
Kyrrahavið.

Størsta og djúpasta hav í heiminum, Kyrrahavið, er triðingurin av jarðarýtuni (179,7 mió. km²) og er úr Asia og Avstralia til Amerika og Suðurkoll. Tað er 46 % av øllum heimsins høvum. Har eru umleið 25 000 oyggjar, gosoyggjar og koralloyggjar spjaddar um hesa ovurstóru vídd, t.d. Samoa, Tonga, Cook-oyggjar, Nýsæland, Hawaii, Páskaoyggin, Tahiti og Chatham. Í stórum parti í Kyrrahavi er veðurlagið lýtt og slavið, tí er fruktagott og nógvur vøkstur á flestu oyggjum.

Upprunafólkið, sum av fyrstantíð kom úr Landsynningsásia, verður býtt í tríggjar meginbólkar: Polynesar, melanesar og mikronesar. Í 16. øld komu evropearar, og fyrst í 19. øld vórðu flestu oyggjarnar hjáland hjá stórum londum handan hav. Nú á døgum eru nakrar oyggjar sjálvstøðugar, men nógvar standa undir øðrum londum (til dømis Bretland, USA, Frakland). Nøkur fólk í hesum mongu oyggjum búgva í býum, men tey flestu lívbjarga sær av landbúnaði, til dømis at velta jamsrót og søtepli og útróðri.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið