Jump to content

Heimshav

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 2. sep 2015 kl. 05:09 av MGA73bot (kjak | íkøst) (bottur leggur aftrat {{Commonscat|Oceans}})
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)

Eitt heimshav er eitt størri saltvatnsøki. Meira enn 70 % (umleið 360 mill. km²) av arealinum á jørðini er dekkað av samanhangandi mongdum av saltum vatni, sum verður nevnt heimshavið. Miðaldýpdin á heimshavinum er 3.800 metrar. Heimshavið kann býtast sundur í 1 til 5 heimshøv. Atlantshavið, Kyrrahavið og Indiska Havið verða nevnd heimshøv. Harumframt verður Íshavið onkuntíð roknað sum eitt heimshav, og onkuntíð verða bæði høvini, sum eru við teir báðir pólarnar roknaði sum heimshøv. Havið við Arktis verður nevnt Norður Íshavið, meðan havið við Antarktis verður nevnt Suður Íshavið.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið