Friedrich Schiller
Friedrich Schiller | |
---|---|
Fødd(ur) |
Johann Christoph Friedrich Schiller 10. november 1759 Marbach am Neckar, Württemberg, Týskland |
Andaðist |
9. mai 1805 Weimar, Saxe-Weimar | (aldur 45)
Starv | Skald, leikrithøvundur, rithøvundur, søgufrøðingur, heimspekingur |
Tjóðskapur | Týskari |
Bókmentarørsla | Sturm und Drang, Weimar Classicism |
Týðandi verk |
The Robbers Don Carlos Wallenstein Trilogiin Mary Stuart William Tell |
Hjúnafelagi | Charlotte von Lengefeld (1790–1805, deyði hansara) |
Børn | Karl Ludwig Friedrich (1793–1857), Ernst Friedrich Wilhelm (1796–1841), Karoline Luise Friederike (1799–1850), Emilie Henriette Luise (1804–1872) |
Skyldfólk | Johann Kaspar Schiller (faðir), Elisabeth Dorothea Schiller, fødd Kodweiß (móðir) |
| |
Undirskrift |
Johann Christoph Friedrich von Schiller (føddur 10. november 1759 í Marbach, deyður 9. mai 1805 i Weimar) er mest kendur sum Friedrich Schiller var ein týskur rithøvundur, skald, søgufrøðingur og sjónleikaskald.
Hann varð føddur í Marbach am Neckar í Württemberg sum sonur hernaðarlæknan J. C. Schiller. Foreldur hansara vóru ikki serliga rík, men tey sendu hann í latínskúla og seinni á Karlsschule (universitetið), har hann læs jura og seinni læknavísund.
Í 1780 gjørdist hann hernaðarlækni í Stuttgart. Í sambandi við framførsluna av Die Räuber í Mannheim 1781 varð hann handtikin og fekk forboð fyri at skriva. Hann flýddi via Leipzig og Dresden til Weimar í 1787. Í 1789 gjørdist hann professari í søgu og heimspeki í Jena, har hann útgav søgulig verk. Í 1790 giftist hann Charlotte von Lengenfeld, og í 1799 flutti hann aftur til Weimar, har Goethe yvirtalaði hann til at halda fram við at skriva sjónleikir. Hann og Goethe stovnaðu Weimar Theater, ið gjørdst eitt leiðandi sjónleikarhús í Týsklandi. Hann fekk aðalsheiti í 1802. Í 1805 doyði hann í Weimar orsakað av tuberklum.
Universitetið í Jena hevur síðan 1934 verið uppkallað eftir Schiller.
Verk
[rætta | rætta wikitekst]- Die Räuber (1781)
- Kabale und Liebe – Ein bürgerliches Trauerspiel (1783)
- Don Carlos (1787)
- Geschichte des Abfalls der vereinigten Niederlande...(1788)
- Geschichte des dreißigjährigen Krieges (1790)
- Xenien (sammen med Goethe) (1797)
- Musenalmanach (1797)
- Wallenstein-trilolgi (1799)
- Macbeth – oversættelse og bearbejdning af Shakespeares skuespil (1800)
- Maria Stuart (1800)
- Wilhelm Tell (1804)