Jump to content

Friðarheiðursløn Nobels

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 1. sep 2015 kl. 19:17 av MGA73bot (kjak | íkøst) (bottur leggur aftrat {{Commonscat|Nobel Peace Prize laureates}})
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)

Friðarheiðursløn Nobels er ein av teimum fimm Nobelvirðislønunum, ið svenskarin Alfred Nobel setti á stovn í sínum testamente frá 27. november 1895. Heiðurslønin verður býtt út av Den norske Nobelkomite. Móttakarar av virðislønini verða vanliga almanna kunngjørdis tíðliga í oktober, meðan sjálv handanin fer fram á deyðsdegi Nobels hin 10. desember. Hátíðarhaldið er síðan 1990 farið framm í Ráðhúsinum í Oslo. Tað verður eisini hildin ein serstøk konsert í samband við handanina, har ið vinnarin og týdningarmiklir gestir luttaka. Friðarheiðursløn Nobels verður mett sum heimsins týdningarmesta friðarheiðursløn.

Hinar Nobelvirðislønirnar verða býttar út av Nobelstiftelsen í Stockholm. Tá ið Alfred Nobel andaðist hin 10. desember 1896 vóru Noreg og Svøríki enn í einum samveldi, har ið Svøríki einsamalt stýrdi uttanríkispolitikkinum.



Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið