Jump to content

Bønhús

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 6. jun 2023 kl. 12:57 av EmausBot (kjak | íkøst) (Bot: Migrating 1 interwiki links, now provided by Wikidata on d:Q831219)
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)

Eitt bønhús er ein kristin samkomubygningur, sum kann nýtast sum kirkja, hóast ikki bygdur til endamálið. Dømi um bønhús eru bønhúsið í Ørðavík, sum er tað fyrsta í Føroyum í nýggjari tíð, vígt 27. november 1966 (1. sunnudag í advent). Eftir tað eru fleiri hús í Føroyum vígd sum bønhús, m.a. gamli skúlin á Hellunum og missiónshúsið í Søldarfirði (1986).

Frá katólskari tíð vita vit um fleiri bønhús í Føroyum - m.a. gjøgnum staðarnøvn sum Bønhústoft, eitt nú í Leirvík.