Jump to content

Arkansas

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 9. okt 2023 kl. 00:42 av InternetArchiveBot (kjak | íkøst) (Rescuing 3 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5)
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)
Flagg Skjøldur
Land: USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Little Rock
Størsti býur: Little Rock
Innlimað: 15. juni 1836
Guvernørur: Asa Hutchinson (R)
Vídd: 137 732 km²
Íbúgvar (2014): 2 966 369
fyri km²: 22/km²
Tíðarzona: UTC -6/-5
Heimasíða: www.Arkansas.gov

Staturin Arkansas (enskt: State of Arkansas) er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 2,9 mió. íbúgvum. Little Rock er høvuðsstaðurin og størsti býurin. Í norðri hevur staturin mark við Missouri, í eystri við Tennessee og Mississippi, í suðri við Louisiana, og í vestri við Oklahoma og Texas. Eyknevni er Náttúrustaturin (enskt: The Natural State). Økið er eitt tað týdningarmesta, har m.a. rís verður dyrkað í USA. 
Til støddar er Arkansas sum Ongland, men fólkatættleikin er lítil, bert 22 íbúgvar/km².

Fleiri kend fólk hava búð í Arkansas; t.d. eru bæði Johnny Cash og Bill Clinton úr Arkansas.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]
Nattúran í Arkansas er býtt upp av tveimum vatnøkjum: tann máttmikla Mississippiáin og hennara áarósar umframt Ouachita-vatnið (eisini nevnt Blakely Mountain Dam).

Veðurlagið í Arkansas er fyri tað mesta meginlandsveðurlag. Her er summarið heitt. Vetur­in er ofta ógvuliga kaldur og turrur, tí langt er til varman og væt­una í sjónum. Meginlandsveðurlagið er sostatt eyðkent av heitum sumrum og køldum vetrum. Har eru langar fjallarøðir, skógir, víðar fløtur, háslættar og stórar áir. Norðari partur av statinum er eyðkendur av fleiri fjallarøðum, m.a. Ouachita Mountains og Ozark Mountains. Fjøllini, ið eru klødd við stórum skógum, gera tað til eitt stað við einastandandi náttúru. Tann hægsti tindurin, Mount Magazine, er 839 metrar høgur. Meiri enn 23 % av Arkansas eru berlig fjøll, og næstan alt, sum eftir er, er skógur. Grasfløturnar í Eystur-Arkansas eru týdningarmesta landbúnaðarlendið.

Sæð undir einum er Arkansas eitt sera strálbygt stakríki. Tað vil siga, at miðal­talið av fólki fyri hvønn km² er sera lágt. Fólkatættleikin er í miðal um leið 22 fólk fyri hvønn km². Tað vil siga, at um alt slag av lendi verður tikið við, so hevur hvørt fólk so nógv pláss í part, sum svarar til um leið fimm fótbóltsvøllir. Men tað er misjavnt, hvussu nógv pláss er í part kring stakríkið. Eini 56 % búgva í býum ella í øðrum tættbygdum økjum. Góð 44 % búgva í fámentum økjum í 2010.[1] Hóast samlaða nettotalið sigur, at Arkansas spakuliga verður urbaniserað, so er staturin framvegis sera ruralur. Tað er ikki bara í Little Rock, at urbaniseringin er farin fram, men eisini úti á bygd.

Størsta vatnið í Arkansas er í Hot Springs. Tað verður nevnt Lake Ouachita. Vatnið verður nýtt sum drekkivatn og er sostatt størsta drekki­vatnsgoymsla í statinum. Mississippi River er tann longsta áin í Arkansas (3734 km). Áin Arkansas River er næstlongsta, hon er 2364 km.

Mesta rísið í USA verður dyrkað í Arkansas. Um helvtin (45 %[2]) av rís-framleiðsluni hjá USA er í Arkansas. Fram við næstan øllum landinum og áarósunum eru fult av grønum rísakrum.

Landbúnaðurin hevur alstóran týdning í Arkansas; umleið 43 % av landjørðini eru velt.[3] Veðurlag og jørðildi hava nógv at siga fyri, hvussu jørðin verður brúkt. Í statinum er nógv fjøll og stórur skógur, og tað er sera ótætt bygt. At kalla allur norðari partur av Arkansas er fjallalendi, høgar eggjar við djúpum dølum ímillum. Tey størstu dyrkilendini eru at finna sunnarlaga í Arkansas. Her velta tey m.a. rís, hveiti, mais og bummull. So hvørt sum maskin­urnar gera meiri og meiri av arbeiðinum í landbúnað­inum, skulu alt færri fólk til at framleiða tann matin, sum okkum tørvar. Við at nýta maskinur kann ein einsamallur bóndi tí arbeiða stórar víddir. Í Arkansas arbeiða 287 000 (uml. 20 %) fólk í landbúnaðinum.[4]

Í Arkansas verður nógv kjøt fram­leitt.[5] Fenaðurin, sum gongur á beiti, kann vera neyt, seyður, geitir, jakkneyt ella lamur. Kjøt, ull og mjólk hevur mest at siga av tí, sum fæst burtur úr húsdýrahaldi. Leingi var tað soleiðis, at bara í Arkansas lógu næstan tvey prosent av allari landbú­naðar­jørð óbrúkt vegna sonevnda ovfram­leiðslu. Av og á vórðu stórar rúgvur av korni brendar. Nú á døgum verður alsamt størri partur av landbúnaðarjørðini brúkt til grøði, sum til ber at vinna etanol úr. Tað verður brúkt sum brennievni til bilar í staðin fyri bensin. Tað ber til at velta hesa grøðina umaftur og umaftur, og tí er etanol ein rávøra, sum kann verða endurnýggjað. Eingin semja er um, at etanol sum brennievni til bilar er gott fyri umhvørvið. Ein orsøk er, at tað fer so nógv orka til at gera etanolið. Verður tað gjørt úr til dømis hveiti, so skal nógv orka verða brúkt til handilstøð, til maskinurnar, sum skera akurin, og til verksmiðjurnar, sum gera etanolið. Tað skulu stórar nøgdir av rávøru til at útvinna etanol. Tað vil siga, at har skulu stórir akrar til.


Hóast landbúnaður er høvuðsvinnuvegurin, so hevur ídnaðurin eisini nógv at týða fyri Arkansas.

  • Um 7 500 f.Kr. - Elsti gravstaður, fólk vita um, funnin í Arkansas.

Rasuófriður

[rætta | rætta wikitekst]

Í 1954 eydnaðist teimum, sum stríddust søk teirra svørtu, at fáa hægstarætt at viðurkenna, at svørt og hvít børn skuldu ganga í sama skúla í USA. Í Little Rock í Arkansas setti statsovastin statshirðina at halda skil á og vísti 9 svørtum næmingum úr skúlanum. Forsetin í USA sendi samveldisherdeildir til Little Rock at ansa eftir, at svartir næmingar sluppu í skúla.

Størstu býir

[rætta | rætta wikitekst]
Landaøki og býir í Arkansas

Teir 10 størstu býirnir eftir íbúgvatali vóru í 2019 í Arkansas hesir:[6]

Kend fólk úr Arkansas

[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]

Coordinates: 35°1′44.4″N 92°17′16.8″W / 35.029000°N 92.288000°W / 35.029000; -92.288000

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar

[rætta | rætta wikitekst]
  1. http://www.census.gov/prod/cen2010/cph-2-5.pdf
  2. Watkins, Bradley K., Merle M. Andres and Tony E. Windham, "An Economic Comparison of Alternative Rice Production Systems in Arkansas." Journal of Sustainable Agriculture Vol. 24. Issue 4 (2004): S. 57-78
  3. "Archive copy". http://stuffaboutstates.com/agriculture/farm_by_percent.htm. Heintað 2015-03-30. 
  4. "Archive copy". http://lawcochamber.org/wp-content/uploads/2014/07/AgricultureWorksForArkansas.pdf. Heintað 2015-03-30. 
  5. "Archive copy". http://www.arfb.com/for-consumers/arkansas-ag-facts/. Heintað 2015-03-30. 
  6. City and Town Population Totals: 2010-2019 - Arkansas, citypopulation.de