17. juli
Appearance
<< | juli 2024 | >> | ||||
Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | 7 |
8 | 9 | 10 | 11 | 12 | 13 | 14 |
15 | 16 | 17 | 18 | 19 | 20 | 21 |
22 | 23 | 24 | 25 | 26 | 27 | 28 |
29 | 30 | 31 | ||||
MMXXIV |
17. juli er dagur 198 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 199 um skotár er). 167 dagar eru eftir av árinum.
Hendingar
- 1762 - Jekaterina II (Katarina hin stóra) verður keisarinda í Russlandi eftir Pjotr III verður dripin.
- 1918 - Russiska Romanov familjan verður myrd av bolsjevikkum í Jekaterinburg, Russlandi. Tey avrættaðu eru: Fyrrverandi keisarin Nikolaj II, kona hansara Alexandra Feodorovna, og børn teirra, Olga, Tatiana, Maria, Anastasia, og Alexei.
- 1918 - RMS Carpathia, skipið ið bjargaði 705 yvirlivandi frá RMS Titanic, verður søkt uttanfyri Írland av týskum kavbáti. 5 fólk lata lív.
- 1945 - Seinni heimsbardagi: Teir tríggir høvuðsleiðaranir hjá "teimum sameindu", Winston Churchill, Harry S. Truman og Joseph Stalin, møtast í týska býnum Potsdam at avgera framtíðina hjá yvirvunna Týsklandi.
- 1948 - Suðurkoreanska grunnlógin verður kunngjørd.
- 1955 - Disneyland verður latið upp av Walt Disney í Anaheim, Kalifornia, USA
- 1975 - Eitt amerikanskt Apollorúmdarfar og eitt sovjetiskt Sojus binda seg saman í ringrás um jørðina. Hetta er fyrstu ferð rúmdarfør frá tveimum ymsum londum binda seg upp á henda hátt
- 1975 - Eysturtimor verður innlimað sum 27. landslutur í Indonesia
- 1979 - Forsetin í Nikaragua Anastasio Somoza Debayle sigur frá sær og flýggjar til Miami, Florida, USA
- 2012 - Fýra monnum eydnast at klatra upp á toppin á Trøllkonufingri, ið er ein 313 metrar høgur drangur. Teir fýra eru: Herman Eysturoy, Absalon Eysturoy, Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge. Tríggir aðrir eru eisini við á túrinum, men koma ikki heilt upp á toppin, teir eru: Heini Hátún, Hjálmar Hátún og ein dani.
- 2014 – Malaysia Airlines Flight 17, ið er ein Boeing 777, brotlendir nær við markið av Ukrainu og Russlandi. Staðfest verður at flogfarið er skotið niður. Øll 298 fólkini umborð lata lív.
Føðingar
- 1674 - Isaac Watts, enskt sálmaskald (d. 1748)
- 1899 - James Cagney, írskur-amerikanskur sjónleikari (d. 1986)
- 1901 - Bruno Jasieński, pólskur yrkjari (d. 1938)
- 1912 - Art Linkletter, kanadiskur sjónvarpsvertur (d. 2010)
- 1918 - Carlos Manuel Arana Osorio, forseti í Guatemala (d. 2003)
- 1920 - Juan Antonio Samaranch, forseti í Altjóða Olymipsku Leikanevndini (d. 2010)
- 1935 - Donald Sutherland, kanadiskur sjónleikari.
- 1939 - Seyed Ali Khamenei, iranskur politikari.
- 1940 - Hans Jacob Debes, føroyskur søgufrøðingur (d. 2003)
- 1947 - Camilla, hertuginda í Cornwall.
- 1947 - Dorthe Kollo, danskur sangari.
- 1952 - David Hasselhoff, amerikanskur sjónleikari og tónleikari.
- 1954 - Angela Merkel, Samveldiskanslari i Tysklandi.
- 1958 - Anne Dorthe Michelsen, danskur sangari (Tøsedrengene).
- 1972 - Jaap Stam, niðurlendskur fótbóltsspælari.
- 1974 - Claudio López, uruguayskur fótbóltsspælari.
- 1976 - Anders Svensson, svenskur fotboltsleikari.
- 1978 - Line Daugaard, danskur hondbóltsspælari.
Andlát
- 1790 - Adam Smith, skotskur búskaparfrøðingur (f. 1723)
- 1959 - Billie Holiday, amerianskur djasssangari (f. 1915)
- 2005 - Sir Edward Heath, bretskur forsætismálaráðharri (f. 1916)
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |