Jump to content

Sniglar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 30. mar 2024 kl. 08:35 av InternetArchiveBot (kjak | íkøst) (Rescuing 2 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5)
Sniglar

Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Mollusca
Flokkur: Gastropoda

Sniglar (frøðiheiti - Gastropoda) er tann hópurin av lindýrum ið hevur flest sløg. Uml. 78% av lindýrum eru sniglar. Grikska heitið gastro-poda merkir búkføtur, tí sniglar skríða á búkinum. Í stødd kunnu sniglar verða frá 1 mm til uml. 1 m. Sniglar liva á landi, sjógvi og vatni. Nógv sløg liva á landi, men tveir triðingar av sløgunum liva í vatni og sjógvi. Sniglar verða býttir í fýra hópar: Prosobranchia (Framtáknusniglar), Opistobranchia (Baktáknusniglar), Pulmonata (Lungnasniglar) og Gymnomorpha,

Anatomi

Anatomisk mynd av snigli. 1 - skel, 2 - livur, 3 - lunga, 4 - gat (anus), 5 - andingarpokna (respiratory pore), 6 - eyga, 7 - kampur (tentacle), 8 - heili (celebral ganglia), 9 - rákakanal (salivary duct), 10 - muður, 11 - kjós (crop), 12 - rákakertil (salvary gland), 13 - kynspoka (genital pore), 14 - reður (penis), 15 - móðurskeið (vagina), 16 - slímkertil, 17 - egggørn, 18 - pílasekkur (dart sac), 19 - fótur, 20 - magi, 21 - nýra, 22 - kápa, 23 - hjarta, 24 - sáðgongir (vas deferens).

Eins og skeljadýr eru sniglar lindýr. Nógv ymisk sløg eru, serliga í sjónum. Summi sløg hava vundna skel, onnur hava onga skel, men svimja uppi í sjónum. Mong smærri sløg hava tjúkka skel.

Kroppurin á snigli er skiftur í yvirkropp og undirkropp. Í flestu førum er skel um yvirkroppin, men hjá summum, t.d. svartasnigli er skelin skerd til ein húðarfald sum er ein (innvortis) kápa. Á høvdinum (á sjósnigli) eru tveir kampar til at tevja við, eygu og muður við rívitungu. Í yvikroppi liggja hjarta, livur og nýru. Landsniglar hava fýra kampar (horn), har eyguni sita á ovaru kampunum, tevið á teim niðaru; tað finnast eisini sniglasløg sum eru blind, ella als ongi eygu hava, t.d. sniglar ið livað niðri í moldini. Landsniglar hava smáar kertlar millum rukkurnar á kroppinum, og úr teimum kemur slím. Landsniglar kunnu torna upp; men slímið verjir teir fyri turk, og kemur mold og skittur á teir, so lata teir nógv slím úr húðini, so skitturin glíður uttan av teimum. Snigil skríður á fótinum. Blóðið setur niður í hann, so at hann bólgnar og kemur niður úr skelini. Ein vøddi í afturpartinum tekur fótin inn aftur í skelina.[1]

Nøring

Nógvir sniglar eru tvíkynjaðir, tvs. teir hava bæði kvenn- og kallkynsgøgn og nakrir teirra kunnu yngla við bæði kynjaðari og ókynjaðari nøring, tvs. teir kunnu fáa avkom, bæði við maka og uttan maka. Nógvir sniglar verpa egg, men summir sjósniglar gýta livandi ungar.

Føði

Flestu sniglar eru plantuetarar ella liva av æti, men tað finnast eisini sniglar sum eru rovdjór burturav, t.d. agngágga ið livir av skjeljadjórum, sniglar ið eru ræátarar, og eisini finnast sniglar ið liva sum snultarar (parasittar) á øðrum verum. Plantuetandi landsniglar, t.d. garðsniglar [2] og morsniglar kunnu vera sannar plágur í landbrúkinum og hjá urtagarðsfólki.


Yvirlit yvir sniglar í Føroyum

Siðbundin uppdeiling av sniglum Gastropoda

Prosobranchia (Framtáknusniglar)

  • Hópur: Archaeogastropoda
    • Yvirfamilja: Pleurotomariacea
    • Yvirfamilja: Fissurellacea
    • Yvirfamilja: Patellacea (Fliður) (fliða)
    • Yvirfamilja: Trochacea
    • Yvirfamilja: Neritacea
  • Hópur: Mesogastropoda
  • Hópur: Neogastropoda
    • Yvirfamilja: Muricacea (Muricidae, Thaididae, Columbariidae, Magilidae)
    • Yvirfamilja: Buccinacea
    • Yvirfamilja: Volutacea (Olividae, Vasidae, Turbinellidae, Harpidae, Mitridae, Volutidae, Marginellidae)
    • Yvirfamilja: Conacea (Cancellariidae, Conidae, Terebridae, Turridae)

Opisthobranchia (Baktáknusniglar)

  • Hópur: Cephalaspidea
    • Yvirfamilja: Acteonacea (Hydatinidae)
    • Yvirfamilja: Philinacea (Scaphandridae)
    • Yvirfamilja: Bullacea (Atyidae, Bullidae)
  • Hópur: Anaspidea
  • Hópur: Sacoglossa
  • Hópur: Thecosomata
  • Hópur: Gymnosomata
  • Hópur: Notaspidea
  • Hópur: NudibranchiaNakinsniglar
  • Hópur: Pteropoda

Pulmonata (Lungnasniglar)

Keldur

  1. Theodor Hansen, Náttúrusøga, Føroya Skúlabókagrunnur, 1981
  2. "Archive copy". http://malrad.fo/page.php?Id=81&l=fo&s223=gar%C3%B0snigil. Heintað 2015-11-04. 
  3. "Archive copy". http://malrad.fo/page.php?Id=81&l=fo&s223=kjarrsnigil. Heintað 2015-11-04.