Tadsjikistan
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: Surudi Milli | |||
Alment mál | Tadsjikiskt (persiskt) / russiskt (góðkent sum minnislutamál) | ||
Høvuðsstaður | Dushanbe | ||
Forseti | Emomalii Rahmon | ||
Forsætisráðharri | Oqil Oqilov | ||
Fullveldi | 9. september 1991 (frá Sovjetsamveldinum) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
143.100 km² 1,8 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2011 - tættleiki |
7.616.000 48,6/km² | ||
Gjaldoyra | Somoni (TJS) | ||
Tíðarøki | TJT +5.00 | ||
Økisnavn á alnetinum | .tj | ||
Telefonkota | +
| ||
Tadsjikistan (Тоҷикистон) er eitt lýðveldi í MiðAsia. Til 1991 var tað kent sum tað tadsjikiska sovjettiska sosialistiska lýðveldi. Tadsjikistan var einaferð partur av Samanidiska Ríkinum (819–999). Landið hevur mark við Afghanistan í suðri, Kina í eystri, Kirgisistan har norðuri og Usbekistan í vestri. Teir størstu býirnir eru høvuðsstaðurin Dusjanbe, og síðan Khujand og Kulob. Tadsjikistan er fjallaríkt land, sum ikki liggur út til nakað hav ella størri vatn. 90 % av landinum er fjallalendi. Tey flestu av íbúgvarunum hoyra til persiskt talandi Tadsjik etniska bólkin, sum hevur nógv í felag við Afganistan og Iran viðvíkjandi máli, mentan og søgu. Eftir at landið fekk fullveldi frá Sovjetsamveldinum herjaði borgarakríggj í landinum frá 1992 til 1997. Síðan borgarakríggið helt uppat og landið fekk hjálp uttanífrá er fíggjarligur vøkstur aftur at síggja. Serliga eru tað náttúru ríkidømi við bummull, aluminium og uranium, sum eru við til at skapa henda vøkstur. Tó eru bardagar aftur byrjaðir í juli 2012.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Fjøll í Tadsjikistan
-
Stjórnarbygningurin í Dushanbe
-
Ein ungur tadsjikari selur turkaða frukt á marknaðinum.
-
Abdullokhon Moskan í Isfara. Teir flestu tadsjikar eru sunni muslimar.