1448 (sjónvarpsrøð)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
1448
Slag "Reality"
Skapað av Bjarni Árting Rubeksen
Røddir Fróði Løkságarð (Frásøgufólk)
Upprunaland Føroyar
Upprunamál Føroyskt
Tal av sesongum 2
Tal av pørtum 9
Framleiðsla
Tíðarskeið uml. 30 minuttir
Útgáva
Upprunarásrás Kringvarp Føroya
Upprunaliga útgivið 2009

1448 er ein føroysk sjónvarpsrøð í 9 pørtum, framleidd av Bjarni Árting Rubeksen. Røðin er ein "realityrøð", ið fylgir gerandisdegnum hjá løgregluni í Tórshavn. Fylgt verður við tá brotsgerðir verða uppkláraðar, og hyggjarin kemur tætt at teimum, ið liva á lívsins skuggasíðu. Røðin lýsist sum 9 dokumentarfilmar, sum Bjarni hevur gjørt eftir leistanum "one man, one camera"; tað vil siga, at hann sjálvur hevur filmað, klipt og lagt til rættis.

Undirtøka[rætta | rætta wikitekst]

Røðin var sera væl umtikin í Føroyum. Somikið væl, at ein Facebook bólkur varð stovnaður í 2010, aftaná at fyrsta røð var víst í Kringvarpi Føroya. Bólkurin nevndist "Vit øll ið ynskja meiri 1448 sendingar" og hevði til endamál at heita á Kringvarpið um at framleiða fleiri sendingar.[1]

Listi yvir 1448 sendingar[rætta | rætta wikitekst]

Sendingar, ið hava verið sendar og endursendar í Kringvarpi Føroya.[2]

Sending nr. Frágreiðing
1:9 Ein spreinging er hend á Eiði, og løgreglumennirnir Jan og Jóannes verða sendir á staðið. Brotist hevur verið inn í Gamla Bókhandil, har Jan og Per frá kanningarnevndini hava verið boðsendir.
2:9 Eldur eru í einum húsum á Stykkinum, og Jan hjá ferðslupolitinum fer á staðið. Fylgt verður við á náttarvakt, har nógv er at gera.
3:9 Ein útlendingur verður tikin á flogvøllinum við rúsandi evnum. Fylgt verður við tá ein sjúkrabilur skal hava løgreglufylgd frá Klaksvík til Landssjúkrahúsið í Tórshavn.
4:9 Ein bilur er farin útav vegnum, eitt harðskapsmál verður kannað, og fylgt verður við hundavenjing.
5:9 Ferðsluvanlukka ímillum ein bil og býarbuss, har fólk noyðast at verða flutt á Landssjúkrahúsið. Løgreglan hevur úr at gera á eini náttarvakt.
6:9 Løgreglumennirnir Karl og Jóannes taka sær av einum óbodnum húsgesti. Ein bilur er farin útav vegnum Við Áir, og eitt mál um barnaporno verður kannað.
7:9 Løgreglan fær boð um eina kvinnu, ið er vorðin frá sær sjálvari. Nógv er at gera á náttarvakt, og alarmsentralurin fær boð um at eldur er í skipinum Athenu, ið liggur á Skálafjørðinum.
8:9 Løgreglan verður kallað út til húsófrið. Tveir útlendingar verða tiknir fyri stuldur. Studentarnir í Hoydølum hátíðarhalda síðsta skúladag, og hava blokerað vegin uppiyvir skúlanum.
9:9 Ein gamal kenningur hevur gjørt um seg, og verður tikin oman á løgreglustøðina. Eitt pengaskáp verður funnið á Oyggjarvegnum, har kanningardeildin verður boðsend. Grind er í Vestmanna.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. https://www.facebook.com/pages/Vit-%C3%B8ll-i%C3%B0-ynskja-meiri-1448-sendingar/267541226446?sk=timeline
  2. http://kvf.fo/1448