Wikipedia:Mánaðargreinin/mars 2014

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sveis
Sveis

Sveis er eitt land í Miðevropa. Hóast Zürich er størsti býur í Sveis, er Bern høvuðsstaður. Landið er eitt av ríkastu londum í Evropa. Sveis gjørdist uttanveltaland í 1815 og hevur ikki verið uppi í nøkrum kríggi í Evropa síðan. Nú er landið býtt í 26 kantonir, og hesir hava so skipað seg sum eitt tjóðveldi við einum samveldisforseta sum oddamanni. Mong fólk búgva í rættiliga avbyrgdum dølum, og fólkið talar ikki sama mál. Í Sveis eru fýra almenn mál: franskt, sveisaratýskt, retoromanskt og italskt. 63 % av fólkinum talar sveisaratýskt. Í Zürich og Bern tala tey týskt, men í t.d. Genève og Lausanne tala tey franskt. Hóast Sveis er so lítið og hevur ligið innbyrgt millum stórlond, hevur tað mesta havt sjálvræði. Men tað hevur ikki kostað teimum lítið, mangan hava teir staðið í harðari orrastu, men oftast vóru teir við yvirlutan, og sveisarar vóru so gitnir fyri dirvi, at fremmandir kongar bóðu sær vaktarmenn úr Sveis. Í Sveis eru tveir fjallaryggir, Jurafjøll og Alpurnar. Ímillum fjøllini er ein breiður háslætti, sum eitur Sveisar Háslættin. Miðjan av Sveis er ein fløta, Sveisiski Háslættin teir kalla, men hitt er alt fjallalendi. Úr Sveis koma fleiri stórar áir; undir tí gitna Sankta Gothards fjallinum springa Rhone og Rín upp. Uttanveltaða støðan og tryggu politisku viðurskiftini eru tvær av atvoldunum til, at Sveis er vorðið altjóða fíggjarmiðdepil. Mangar fyritøkur og mangir bankar hava høvuðsskrivstovu í vakra býnum, Genève, við Genèvevatn. Eisini hava mangir altjóða felagsskapir høvuðssæti her, tí landið er uttanveltað og politisku viðurskiftini trygg. Nevnast kunnu Reyði Krossur, Heims Heilsustovnurin (WHO) og høvuðsdeild ST í Evropa. Eisini mong stór fleirtjóðafeløg eru sveisisk. Hóast urvirkir eru í hópatali í mongum londum, til dømis Bretlandi, Japan, USA og Týsklandi, so eru tað tó tey sveisisku urini sum t.d. Rolex og Omega, sum hava allar fyrimunur á heimsmarknaðinum og verða mest keypt.